 |
|
|
.jpg) |
 |
|
4. - 5. juni 2012 |
Nýggj/ur í leiðarastarvi
Ert tú nýligani settur
sum leiðari, antin á
tínum gamla ella á einum
heilt nýggjum
arbeiðsplássi? Ert tú av
og á í iva um, hvussu tú
skalt gera tá støður
taka seg upp, sum
leiðarin eigur at taka
sær av? Hvussu skalt tú tackla
ósemjur, sum taka seg upp?
-
At leiða
fyrrverandi starvsfelagar
-
Lær at
handfara nýggja leiklutin – frá at vera tann,
sum starvsfelagarnir tosa við til at vera tann,
sum tey tosa um
-
Hvussu
skapar tú álit og virðing um teg sum nýggjur
leiðari
-
Fá vitan
um, hvussu tú eggjar og skapar úrslit við
ymiskum týpum av starvsfólki
-
Ósemjuloysn á arbeiðsplássinum
|
|
Les meira her! |
 |
|
25. mai 2012 |
Skriva so tað selur
Tú hevur 7
sekund at geva lesaran ans – hugsa væl um, hvussu tú
brúkar tey.
-
Soleiðis skrivar tú
seljandi tekstir, sum raka beint á málbólkin
-
Lær ítøkiligar
arbeiðshættir, sum draga fram boðskapin
-
Fá mannagongdir,
sum tú kann brúka alt fyri eitt
-
Lær at brúka málið
rætt, tá ið tú skrivar
Hetta skeið
er m.o. til tín, sum skrivar faldarar,
lýsingartekstir, tilboðsbrøv, tíðindaskriv ella
vev-tekstir. Tú fært amboðini at orða tekstir, sum
hóska til tørv málbólksins og sum selja tín boðskap. |
|
Les meira her! |
|
|
Á skránni hjá
Synergi 2012 |
|
|
 |
 |
|
Klaksvík: 14.og 15. juni
2012 |
|
Excel I
- fá grundleggjandi
førleikar í Excel uppá pláss
Situr tú enn við roknimaskinuni og hyggur eitt
sindur øvundsjúk/ur eftir teimum, sum bara tasta alt
inn á Excel og vupti, so er úrslitið klárt? Ella
brúkar og hevur tú kanska brúkt Excel í minni mun,
men kundi hugsa tær at lært forritið heilt frá
grundini?
Tað er nú tú hevur møguleikan at læra og fáa stóra
gleði av Excel. Kom á 2-daga skeið saman við tínum
líkum og fá Excel-dreymin uppfyltan;-). Teknað teg
bara longu nú, tí plássið er avmarkað!
Excel er eitt rokniark, har tað er møguligt at
arbeiða við tølum, grafum og stórum listum uppá
allar hugsandi (og óhugsandi) hættir. Við at luttaka
á hesum skeiðinum, fært tú grundleggjandi kunnleika
til Excel. Tú lærir tær mest brúktu og mest týðandi
funkurnar. Aftaná skeiðið kanst tú brúka og fáa
stóra gleði av forritinum í tínum dagliga arbeiði.
|
Terapi og sosialt
arbeiði, tá øll kenna
øll v/Dr. Zur
Skeiðið er um sínamillum sambond og annað, ið
hugsast skal um viðv. terapeutiskum mørkum í einum
lítlum, óheftum umhvørvi so sum í Føroyum. Tað vil
eisini snúgva seg um brennandi spurningar og etisk
og klinisk fyrilit í Google, Facebook og tele-heilsu
øldini.
Hvussu skalt tú fyrihalda teg, tá tú hittir tínar
klientar í lokalu ítróttarveitsluni? Í hvussu stóran
mun kanst tú uppføra teg, sum tú hevur hug til?
Eigur tú at taka atlit til, at klientar eru millum
gestirnar? Og hvussu skalt tú gera, tá tú hittir
klientin við manninum í Keypsamtøkuni? Skalt tú
steðga og byrja at práta og spyrja hvussu gongst?
Ella skalt tú lata sum tú ikki kennir viðkomandi?
|
|
Les meira her! |
Les meira her! |
 |
 |
|
6. - 8. juni 2012 |
|
|
Bókhaldsskeið
- frá grundini
Kom og lær teg bókhald frá grundini uppá 3 dagar
Kundi tú hugsað tær at fingið innlit í bókhald heilt
frá grundini? At lært um debet og kredit,
kassaroknskap, MVG, vøruroknskap, kontobygna o.m.a.?
Uppá 3 dagar lærir tú alt tað
mest grundleggjandi, tú hevur fyri neyðini at vita,
fyri at koma í gongd.
Skeiðið er sera viðkomandi fyri
teg, sum eitt nú hevur egið virkið, arbeiðir á
skrivstovu ella fyri teg, sum kundi hugsa tær at
arbeitt innan bókhald ella á skrivstovu. Eisini er
skeiðið gott fyri teg, sum bara kundi hugsað tær at
fingið fríska vitanina upp ella kent meiri til
bókhaldshugtøkini.
Tú lærir um øll tey
vanligu grundleggjandi bókhaldshugtøkini. Tvs. líka
frá hvat debet og kredit er til kontobygna,
kassaroknskap, skuldarar, ognarar, MVG,
roknskaparuppseting v.m.
|
Tað nýggja
teldukoyrikortið
Við at taka tað nýggja
teldukoyrikortið hjá
Synergi, fært tú eitt
altjóða góðkent prógv
uppá, at tú dugur tey
grundleggjandi tingini
innan kt og at tú kanst
nýta internetið og tey
mest vanligu forritini.
Modulini verða bjóða út
einkultvís, so tað er
eingin treyt at taka
øll.
Les meira um nær
skeiðini verða
her!
|
ICDL - teldukoyrikort |
ICDL - teldukoyrikort - basic |
|
Modul 1: KT-kunnleiki
Modul
2: Stýriskipanir
Modul
3: Tekstviðgerð
Modul
4: Rokniark
Modul
5: Databasa
Modul
6: Framløga
Modul
7: Internet & teldupostur |
Modul 2: Stýriskipanir
Modul 3: Tekstviðgerð
Modul 4: Rokniark
Modul 7: Internet & teldupostur |
|
|
|
|
|
Les meira her! |
Les meira her! |
 |
 |
|
AKTUELT - AKTUELT -
AKTUELT |
|
Innanhýsis fyrilestrar og skeið
- Eitt
heilt katalog tøkt!
Vit
finna rætta fyrilestrarhaldara, skeiðsleiðara,
undirhaldara...stórt sum smátt;-)
Tú, sum av og á skalt skipa fyri tiltøkum í sambandi
við títt arbeiði, veit, at tað er sera
tíðarkrevjandi at finna rætta persónin, sum skal
veita eitt gott upplegg til tiltakið, samstundis sum
viðkomandi skal verða "trekkplástur". Oftani stendur
tú á berum, ert púra blonk/blankur, tí hetta er ikki
júst títt høvuðsarbeiðsøki.
Tað er her vit koma inn í myndina;-) |
Førleikamenning
Tað kann verða torført at gerast arbeiðstøk/ur. Eitt
nú kann tað verða torført at fáa endarnar at røkka
saman og sálarliga kann tað verða torført, tí man
veit ikki nágreiniliga nær man kemur í arbeiði
aftur. Hjá nógvum hjálpir tað tó at koma út millum
fólk, læra okkurt nýtt og tosa um faklig viðurskifti
- hóast tað kann verða torført í fyrstani.
Brúkar tú ein part av tínari tíð sum arbeiðstøk/ur
til førleikamenning, kann hetta gera at tú følir teg
betur, fært størri sjálvsálit tá tú skalt søkja
starv og kanska eisini íblástur til at skifta spor,
at fara undir útbúgving el.l. Eisini kanst tú nýta
einastandandi høvi til at læra teg eitthvørt, sum tú
leingi hevur havt hug til, men bara ikki stundir.
Heldur tú at okkurt skeið sum Synergi skipar fyri er
áhugavert, hevur tú møguleika at søkja ALS um at
rinda fyri teg. Les meiri um treytirnar á
heimasíðuni hjá ALS ella spyr tín ráðgeva hjá ALS um
ráð og vegleiðing. |
|
Les meira her! |
Les meiri á heimasíðuni hjá ALS - klikka her! |
|
Share
 |
|
|
Synergi •
Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands
•
synergi synergi.fo
•
Tel. +298
22RING (227464) • Fax. +298 322 FAX (322329) |
|
Meiningin við Synergi er at geva
føroyska samfelagnum íblástur
og meirvitan. Soleiðis
fáa vit eitt betri
samfelag, betri fyritøkur
og glaðari og enn meiri
eldhugað starvsfólk. |
|