Bert eitt pláss eftir til hetta skeiðið, men eitt nýtt skeið verður 7. og 8. oktober. Tekna teg HER!
“Skeiðið hevur fingið meg sjálvboðið
og við sjálvsáliti í gongd at brúka excel.
Havi longu brúkt hetta í verki. ”
__
“Eg visti onki um Excel áðrenn skeiðið….
Skeiðið hevur givið mær hug og mót uppá at fara í gongd.”
__
“Við skeiðnum havi eg sæð,
at Excel kann nýtast bæði til arbeiðis
og sanniliga eisini privat.”
__
“Sera greitt, við ítøkiligum dømum.”
Tað sum fyrr tók hálvan tíma
– fer at taka 2 min.
Situr tú enn við roknimaskinuni og hyggur eitt sindur øvundsjúk/ur eftir teimum, sum bara tasta alt inn á Excel og vupti, so er úrslitið klárt? Ella brúkar og hevur tú kanska brúkt Excel í minni mun, men kundi hugsa tær at lært forritið heilt frá grundini?
Tað er nú, tú hevur møguleikan at læra og fáa stóra gleði av Excel.
Kom á 2-daga skeið saman við øðrum og fá Excel-dreymin uppfyltan;-).
Tekna teg bara longu nú, tí plássið er avmarkað!
“Eg lærdi at gera listar, brúka autosum, frysta rútar o.a. Eg dugdi EINKI tá eg kom á skeiðið. Akk tilpas tempo til mín. Tolin skeiðleiðari, sum gav sær tíð at hjálpa.”