Synergi – størsti útbjóðari síðan 2003

Sum tíðin flýgur!

Í dag er Synergi størsti útbjóðari av fakligum skeiðum og tiltøkum í Føroyum. Yvir 20.000 fólk frá meiri enn 1500 fyritøkum og stovnum hava luttikið á skeiðum og tiltøkum fyriskipað av Synergi. WOW ein góð kensla!

Kvalitetur er sjálvsagt alfa og omega.
Tað fara vit slett ikki at tingast um.

Men kvantitetur omaná er ikki at forsmáa, tí vit ynskja, at øll skulu hava møguleika at førleikamenna seg.

Tí bjóða vit skeið og tiltøk innan alt millum himmal og jørð! Líka frá Leiðaradegi, skeið í blámusoppi og smærri útbúgvingar til eina rúgvu av telduskeiðum, pedagogskeiðum og ymisk styttri kvøldskeið.

OBS!

Hevur tú eitt ynski ella hugskot um eitt ávíst skeið, sum vit ikki hava/hava haft á skránni, so gev okkum eitt praj. Verður skeiðið gjøgnumført, so sleppur tú við ókeypis! So tað er ikki so galið.