Viðskiftatreytir
Gjaldstreytir
Tá ið tú teknar teg til eitt av okkara tiltøkum, er tilmeldingin bindandi og skal vanliga gjaldast beinanvegin. Eru aðrar gjaldstreytir galdandi, verða tær lýstar í sambandi við tiltakið. Fært tú, sum kundi, ikki møtt til tiltakið, hevur tú rætt og møguleika til, at lata plássið til starvsfelaga ella onkran annan.
24 tíma angrirætt
Tú kanst angra tilmeldingina innan fyri 24 tímar eftir, at tú hevur meldað til. Teknar tú teg seinni enn 1 viku áðrenn tiltakið, er 24 tíma angrirætturin ikki galdandi og bíleggingin er tá bindandi við tilmelding. Send t-post til synergi@synergi.fo, um tú angrar.
Forfall
Synergi tilskilar sær rættin at finna annað skikkað fólk at hava skeiðið/fyrilesturin, um skeiðsleiðarin/fyrilestrarhaldarin av ávum, sum Synergi ikki frammanundan kann tryggja sær ímóti, ikki fær komið. Eitt nú sjúka hjá viðkomandi ella avvarðandi, ferðaseinking, bráðkomin støða hjá viðkomandi ella annað, sum ger, at viðkomandi ikki fær møtt. Er talan um hendingar, sum koma undir force majeure, tilskila vit okkum rættin til at útseta/avlýsa skeiðið/fyrilesturin ella at veita skeiðið/fyrilesturin við øðrum skeiðsleiðara/fyrilestrarhaldara.
Fært tú sum luttakari, ikki møtt til eitt tiltak, ert tú altíð er vælkomin at senda ein annan luttaka fyri teg.
Innanhýsis skeið/fyrilestur
Omanfyristandandi reglur eru eisini galdandi, tá tú hevur bílagt innanhýsis skeið/fyrilestur frá Synergi.
Synergi avlýsir
Avlýsir Synergi eitt tiltak vegna ov fáar tilmeldingar, fær kundin sjálvandi peningin aftur. Synergi má í slíkum føri hava eitt kontonummar at flyta peningin aftur á. Her skal viðmerkjast, at vit royna so vítt gjørligt at gjøgnumføra øll okkara skeið/tiltøk, og at tað sjáldan hendir, at eitt skeið verður avlýst.
Annað
Aftaná at tú hevur teknað teg til eitt skeið, fert tú av og á at móttaka teldupost við kunning um onnur skeið. Ynskir tú ikki hetta, kanst tú frámelda teg niðast á fyrsta teldupostinum, sum tú fært. So fert tú ikki at fáa kunnandi teldupostar framyvir.
Vit taka fyrivarni fyri broytingum, sum vit onga ávirkan hava á.
Vit tilskila okkum rætt til, at hava skeiðið online, um vit í heilt serligum førum, ikki kunnu halda skeiðið live.