Tak røttu avgerð
og slepp undan at ivast
Vit kunnu øll verða rakt av sjúku. Sjúkrafráveran kann tó eisini gerast ein kostnaðarmikil trupulleiki á arbeiðsplássinum.
Kom og fá greiðu á hvussu tú tekur rættar avgerðir og sleppur undan at ivast tá tað kemur til sjúkrafráveru.
Lær um galdandi lógar- og sáttmálareglur
Á skeiðinum fara vit ígjøgnum galdandi lógarreglur og týdningarmestu sáttmálareglurnar. Vit fara at greina reglurnar um hvørjar skyldur starvsfólk og arbeiðsgevari hava, tá starvsfólk ikki kemur til arbeiðis vegna sjúku.
M.a. nær arbeiðsgevarin hevur skyldu at gjalda løn undir sjúku, nær dagpeningaskipanin tekur við, nær eitt starvsfólk kann sigast úr starvi o.m.a.
GG! Hevur tú luttikið á modul 1-3 í HR-løgfrøði útbúgvingini fært tú 1.000 kr. + mvg. í avsláttri uppá modul 4 og 5. Nýt hesa gávukortkodu tá tú teknar teg: HR5-1000