HR-løgfrøði | Ofta spurdir spurningar

Tú ert kanska í iva, hvørt HR-løgfrøði er nakað fyri teg. Og tað er kanska ikki so undarligt, tí hetta er ein hampulig íløga. Og tá vilt tú gjarna verða sikkur uppá, at tú fært nakað fyri pengarnar. Og ert tú í iva, er ikki lætt at taka avgerð. Tí hava vit her svara nøkrum av spurningunum, sum vit ofta fáa og sum kanska kunnu hjálpa tær at taka avgerð. Hevur tú aðrar spurningar, so vend tær endiliga til okkara.

OSS #1

Hvussu veit eg, at henda útbúgving er verd at brúka tíð og pengar uppá?

Hevur tú starvsfólk undir tær? Hevur tú leiðsluábyrgd? Hevur tú nakrantíð roynt at seta ella siga einum starvsfólki úr starvið? Hendir tað seg, at tú skalt taka avgerðir, sum hava fíggjarligar avleiðingar, um tað løgfrøðiliga ikki er 100 % upp á pláss? Ja, so hugsi eg, at tú íhvørtfall sum minimum burdi umhugsa, at fáa tær løgfrøðiligu grundvitanina uppá pláss.

Tú verður ikki útbúgvin løgfrøðingur, men tú lærir at taka løgfrøðiligar avgerðir – og tað er allar pengarnar vert.

Tú kanst seta tær sjálvum/sjálvari henda spurning: Hvussu langa tíð tekur tað tær at ivast og at kanna, um tú hevur tikið røttu avgerðina? Sæð í mun til tað, følir tú so, at tað er tíðina hjá tær vert?

OSS #2 

Eg ivist í um eg havi tíð. Er øgiliga nógv heimaarbeiði?

Útbúgvingin gongur yvir uml. 3-4 vikur,  men tú skalt bara møta upp 3 skeiðsdagar. Eitt sindur av heimaarbeiði er, men tú brúkar hægst 2 tímar til heimaarbeiði millum hvørt modul.

OSS #3 

Akkurát hvat læri eg?

Aftaná tú hevur tikið HR-løgfrøði, verður tú løgfrøðilig superhetja á tínum arbeiðsplássi. Treytin er sjálvandi, at tú lurtar (væl) eftir 😉 Tú verður nógv tryggari í tínum løgfrøðiligu avgerðum á starvsfólkaøkinum og tú verður før/ur fyri at ráðgeva tínar starvsfelagar í starvsfólkaspurningum.

OSS #4 

Eg arbeiði á einum lítlum arbeiðsplássi. Starvast hinir luttakararnir á stórum virkjum ella stovnum?

Higartil hava leiðarar í fleiri ymiskum fyritøkum og stovnum luttikið á HR-løgfrøði. Og av tí at vit øll mugu fylgja somu lógum og reglum, hava eisini leiðarar í heilt smáum virkjum luttikið. Stjórin í Bank Nordik skal gjalda somu upphædd fyri eina parkeringsbót, sum lærlingurin í sama banka. So um tú ert leiðari í einum stórum ella einum lítlum virki, hevur tú sama tørv á og fært tað sama burtur úr HR-løgfrøði.

OSS #5 

Eg eri ikki leiðari. Er hetta so nakað fyri meg?

Útbúgvingin er ætlað leiðarum og øðrum sum hava við starvsfólk at gera. Allir leiðarar hava ein náttúrligan áhugað í, hvørjar reglur eru galdandi á starvsfólkaøkinum. Eisini starvsfólk á starvsfólkadeildum, eiga at kenna til reglurnar, sum regulera starvsfólkaviðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum.

Arbeiðir tú í bókhaldinum, lønarbókhaldinum ella á fíggjardeildini, so skalt tú ivaleyst eisini taka støðu til spurningar, sum hava við starvsfólkaviðurskiftið at gera. Viðurskiftið, sum eru reguleraði í teimum lógum og reglum, sum eru galdandi á starvsfólkaøkinum. Tí er útbúgvingin eisini sera viðkomandi og áhugaverd fyri hendan bólkin.

Ert tú nevndarlimur í einum fakfelag, ert tú kanska forkvinna/maður ella ert tú bara sera áhugað/ur í fakfelagsviðurskiftum, so er hetta eisini ein sera góð útbúgving, har tú líkasum fært samlað alla vitanina á einum staðið.

Ivast tú enn? Ring og fá eitt prát!

Ring tel. 322355 – ella send ein teldupost til synergi@synergi.fo. Vit svara fegin 😉