“Hvar gongur markið?”
Hvat kanst tú sum arbeiðsgevari, og hvar gongur markið, tá tú vilt vita meira um eitt starvsfólk?
Á hesum skeiðinum fært tú svar uppá, hvat eftirlit arbeiðsgevarin kann hava við sínum starvsfólki.
Kann eg sum arbeiðsgevari:
- Spyrja ein fyrrverandi arbeiðsgevara um eitt starvsfólk?
- Kanna eftir, um eitt starvsfólk er til nyttu?
- Halda eyga við mínum starvsfólkum við kamera?
- Fylgja starvsfólki við GPS ella øðrum sportøkni?
- Brúka sosialar miðlar ella onnur media at fylgja starvsfólki?
HR-løgfrøði modul 4 kann takast sum eitt sjálvstøðugt modul (skeið), ella sum partur av HR-løgfrøði útbúgvingini hjá Synergi.
Visti tú…….
…at tú sum arbeiðsgevari kanst hava GPS eftirlit á einum arbeiðsbili, men at starvsfólki skal upplýsast um at GPS eftirlit er við bilinum, og hvat hesir upplýsingar kunnu nýtast til?
…at tú sum arbeiðsgevari hevur skyldu til at tryggja, at dátur frá einum eftirliti ikki mugu koma á skeivar hendur. Heldur ikki kann tað nýtast til annað endamál, enn tað tú hevur upplýst starvsfólkinum?
Kom við á skeið og fá stýr uppá nær og hvar tú kanst hava vakmyndatól á einum arbeiðsplássi. Fá eisini greiðu á hvørjar skyldur tú sum arbeiðsgevari hevur viðvíkjandi kunning og viðgerð av upptøkunum.
GG! Hevur tú luttikið á modul 1-3 í HR-løgfrøði útbúgvingini fært tú 1.000 kr. + mvg. í avsláttri uppá modul 4 og 5. Nýt hesa gávukortkodu tá tú teknar teg: HR4-1000