Hetta mást tú vita
Tað eru nógv viðurskifti at halda skil á tá tað snýr seg um løgfrøði innan starvsfólkaøkið. Á hesi útbúgving fært tú eina grundleggjandi vitan um hvørjar lógir og reglur eru galdandi í starvsfólkamálum.
Tað merkir >>
- at tú fert at hava yvirlit yvir og stýr uppá allar reglar, sum hava við starvsfólkaløgfrøði at gera
- at tú verður tilvitað/ur um, hvørjar umráðandi avgerðir tú eigur at taka
- at tú fert at læra at taka løgfrøðiliga rættar avgerðir í starvsfólkamálum
At tú sum leiðari, starvsfólkaleiðari, starvsfólk á lønarbókhaldið vm. hevur løgfrøðiliga vitan og kunnleika til galdandi krøv, lógir og reglur hevur nógv at siga fyri títt arbeiðspláss. Hevur tú ikki neyðugu vitanina, kann tað lættliga ganga galið – við stórum avleiðingum.
Kennir tú hetta aftur >>
- Tú ert við til at seta starvsfólk og gera sáttmálar? Eisini kanska stjórasáttmálar og tíðaravmarkaðar sáttmálar?
- Tú ert onkuntíð við til at diskutera, um tit skulu seta ein klausul inn í sáttmálan og tit kenna tykkum ongantíð 100% sikkur í niðurstøðuni.
- Tú ert í iva um, hvørji immateriell rættindi starvsfólkini hava?
- Og hvussu tað nú heilt nágreiniliga hongur saman viðv. tagnarskylduni og møguligum vinnuloynidómum?
- Eisini kanst tú koma í iva um, hvat við eftirliti av starvsfólkunum? Hvar gongur markið?
- Og hvussu er tað nú tá fólk gerast sjúk?
- Kanst tú bara uttan víðari broyta uppá starvsinnihaldið ella starvsstað?
- Hvussu er við barnsburð og frítið? Nær skal tað fráboðast leiðaranum?
- Hvussu eru uppsagnartreytirnar hjá fastløntum í mun til tímalønt?
- Hvat við uppsøgn av teimum, sum eru sett í tíðaravmarkaði størv?
Ert tú onkuntíð eitt sindur
– ella nokk so nógv –
í iva um, hvussu og hvat tú í veruleikanum hevur “loyvi” til?
So er hetta bestemt ein útbúgving fyri teg. Fyri tað fyrsta fært tú eitt gott skeið, við sera góðum og viðkomandi innhaldið. Tú fært slides, sum eru lættar at hyggja aftur í, tá tú ert liðug/ur við útbúgvingina. Undirvísarin tilrættarleggur undirvísing og innhald eftir teimum luttakarum, sum teknað seg. Harafturat hevur tú møguleika at seta spurningar og fáa svar!
Undirvísingardagar
Modul 1 | 5. februar 2025
Modul 2 | 19. februar 2025
Modul 3 | 5. mars 2025
Tín investering er 15999 kr. + mvg. > 5333 kr. + mvg. pr. modul
Tað er kanska ikki so nógv, í mun til, hvat ein skeiv avgerð, kann koma at kosta í útreiðslum til løgfrøðing. Ein sera hent útbúgving hjá einum leiðara ella HR-fólki, at hava í viðførinum.