ÚSSM OSS | Ofta spurdir spurningar

Ofta spurdir spurningar um útbúgvingina fyri skrivstovufólk, samskiparar og móttøkufólk >>


Les alt um útbúgvingina her >>


OSS # 1 | Skal eg gjalda alt beinanvegin?

Um tað ikki liggur fyri hjá tær at gjalda alt áðrenn útbúgvingin byrjar, so skalt tú ikki setast aftur, um hetta er tað tú ynskir tær. Møguleiki er sjálvandi fyri eini gjaldsavtalu, um tað ikki ber til at gjalda alt í einum, tó skal útbúgvingin verða goldin áðrenn seinasta undirvísingardag. 

OSS # 2 | Tað er so langt síðani, eg gekk í skúla

Eingi serstøk krøv eru at sleppa at luttaka. Útbúgvingin er gjørd á ein slíkan hátt, at øll kunnu vera við, eisini um tað er langt síðani, tú hevur gingið í skúla. Eingin verður kroystur til nakað, man ikki sjálv/ur vil. Umhvørvið er sera heimligt og siga hinir luttakararnir, at teir hava følt seg sera væl tilpass. Alt tilfarið er á donskum. Tó eru tveir av undirvísarunum føroyingar og hinir eru danir, sum hava verið ofta í Føroyum og undirvíst fyri Synergi. Coachurin er føroysk.

OSS # 3 | Skal man til próvtøku?

Tú avgerð sjálv, um tú fert til próvtøku. Fert tú ikki til próvtøku, fært tú í staðin eina váttan um, at tú hevur luttikið. Vit mæla tó øllum til, at fara til próvtøku, tí próvtøkan er at meta sum ein partur av útbúgvingini, har tú fært grundfest tað, tú hevur lært.

OSS # 4 | Hvør annar luttekur?

Útbúgvingin er fyri skrivstovufólk, samskiparar, móttøkufólk, skrivtovufulltrúar, skrivarar, móttøkufólk, skúlaskrivarar, verkætlanarskrivarar, leiðsluskrivarar, advokatskrivarar, læknaskrivarar, hjálparfólk á skrivstovum og onnur í líknandi størvum.

Fólk úr nógvum ymiskum stovnum og fyritøkum hava luttikið.

Advokatfelagið við Strond 4
Almanna- og heilsumálaráðið
Almannamálaráðið
Arbeiðsloysisskipanin
Bank Nordik
Bókamiðsølan
Býarbókasavnið
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum
Dátueftirlitið
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Dugni
Effo
Eiðis Kommuna
Eik
Eysturoyar Røktar- og Ellisheim
Fiskimálaráðið
Fiskiveiðieftirlitið
Fróðskaparsetur Føroya
Fuglafjarðar Kommuna
Føroya Arbeiðarafelag
Føroya Lívstrygging
Føroya Stiftsstjórn
Føroya Tele
Gjaldstovan
Havnar Arbeiðsmannafelag
Havsbrún P/f
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
Heilsuhjálparafelag Føroya
Heilsumálaráðið
Hoyrnin
Ílegusavnið
Irf
Januar
Januar, løggilt grannskoðanarvirkið
Javnaðarflokkurin
Klaksvíkar kommuna
KSS
Láargarður
Landsapotekarin
Landslæknin
Landssjúkrahúsið
Maskinmeistarafelagið
NEMA
Norðoya Bú-og Heimatænasta
NSR Suður
Nærverki
Posta
P/F BankNordik
P/f Kósin
P/F Skyn
Privat
Ríkisumboðið í Føroyum
Rúsdrekkasøla Landsins
Sernám
SEV
Sjóvar Kommuna
Skansi Offshore
Sorinskrivarin
Steingrund Akustik og Rannteld
Strandfaraskip Landsins Farstøðin
Suðuroyar Sjúkrahús
TAKS
Tannlæknastovan, 600 Saltangará
Tannlæknastovan, Tórshavnar kommuna
Tjarnargarður
Tjarnargarður – Tórshavnar kommuna
Tórshavnar Kommuna
Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli
Tryggingarfelagið
Tryggingarfelagið Føroyar
Umhvørvisstovan
Vinnuframi
Vinnuháskúlin
Vinnuhúsið
Vága kommuna
Yrkisdepilin

OSS # 5 | Er nógv at lesa?

Útbúgvingin er gjørd soleiðis, at tú kanst arbeiða fulla tíð og lesa samstundis. Tað eru 6 lærubøkur, sum eru millum 50 og 100 síður. Undirvísingarbøkurnar eru danskar.

Útbúgvingin er løgd til rættis sum ein samanrenning av undirvísing, coaching og sjálvlesnaði, so tú kanst fáa lærutilgondina at passa inn í ein gerandisdag, har nógv er at gera. Afturmeldingarnar siga, at hetta er tann besta lærutilgongdin.