“Eg ivaðist leingi, men eg eri sooo glað fyri at eg teknaði meg!”
“Eg vil viðmæla ÚSSM til øll skrivstovufólk, ið hava verið í yrkinum leingi, tí tey so kunnu fáa eitt nýtt perspektiv á teirra arbeiðspláss/øki.”
Luttakari 2019
Kom og set fokus á tína persónligu og fakligu menning
Fá eina persónliga útbúgvingartilgongd, har fokus er sett á tína persónligu og fakligu menning. Tú verður búgvin og víðariment/-ur innan mest viðkomandi økini í tínum starvi. Tú fert at trívast uppaftur betur í starvinum og verður styrkt/-ur sum sparringspartnari hjá bæði leiðara og starvsfeløgum.
Útbúgvingin er løgd til rættis sum ein samanrenning av undirvísing, coaching og sjálvlesnaði, so tú kanst fáa lærutilgondina at passa inn í ein gerandisdag, har nógv er at gera. Afturmeldingarnar siga, at hetta er tann besta lærutilgongdin.
“Eg var so troytt av øllum og føli veruliga, at eg havi fingið fingið motivatiónina aftur.”
“Tann stórsta broytingin, sum ÚSSM hevur givið mær, er ein meiri jaligur hugburður og ikki at stressa um tey lítlu tingini.”
Luttakari 2019
Hvat fært tú burturúr?
Ein fyltan amboðskassa soleiðis, at tú betur kanst stýra í einum rokutum gerandisdegi
Styrktar førleikar í samskifti, samstarvi og ósemjuhandfaring, sum tilsamans geva tær størri slagmegi
Størri motivatión og arbeiðsgleði
Fokus á styrkir og avbjóðingar – og eina ætlan fyri framtíðar mál
Prógv fyri tínum førleikum
Við útgangsstøði í egnari styrki verður tú uppaftur betri í samstarvinum við onnur fólk
“Eg stúrdi fyri, at eg ikki fór at megna hetta, tí tað er so langt síðani, at eg havi tikið nakra útbúgving. So tað var ein ordilig aha’uppliving fyri meg, at eg framvegis megni at taka útbúgvingar, hóast tað er laaaaaaaaangt síðani, at eg havi tikið nakra útbúgving.”
Luttakari 2019
Skapa tær eitt gott netverk – tað er stuttligt og tú fært gleði av tí!
Longu fyrsta undirvísingardagin verður tú partur av einum netverksbólki. Tit kunnu brúka hvønn annan so hvørt – og líka so týdningarmikið er tað, at tit kunnu sparra við hvønn annan í gerandisdegnum og á tann hátt halda fast í mál og menningarøki.
Tú situr soleiðis ongantíð einsamøll/einsamallur við nýggja tilfarinum.
Hevur tú spurningar um útbúgvingina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á Synergi.
Vit lova tær eina spennandi menningartilgongd!
“Eg eri komin at kenna nýggj fólk. Hetta hevur verið læruríkt uppá nógvar ymiskar mátar.”
Luttakari 2019
Les um undirvísingardagarnar og modulini niðanfyri >
“Frágreiðingin um “tidsrøvere” var ein aha’uppliving. Har nikkaði eg játtandi til næstan øll punktini. P.S. eykastólurin er koyrdur út av okkara skrivstovu ;)”
Luttakari 2019
Um undirvísingardagarnar
Undirvísingardagur 1 | Typur og coaching
Hendan fyrsta dagin lærir tú eitt sindur um ymiskar typur og kanska finnur tú útav hvør typa tú ert?
Greitt verður eisini frá um coaching, og hvussu tú kanst brúka teir coaching tímarnar tú fært, í samband við hesa útbúgving.
Harafturat gerast luttakararnir hendan fyrsta dagin patrur av tí bólkinum, tey koma at arbeiða saman við ígjøgnum útbúgvingina.
Undirvísarar: Bergtóra Høgnadóttir og Oddbjørg Johansen
Undirvísingardagur 2 | Persónligur effektivitetur og megi
Tú venur arbeiðsløg, sum tú lærdi í fyrstu lærubók, soleiðis at tú fært bilbugt við tíðarrænararnar og tú kanst seta brennidepilin á tað týðandi í gerandisdegnum.
Tú fært íblástur til nýggjar og meiri gagnligar vanar, sum gera gerandisdagin stuttligari og lættari at yvirskoða.
Kenn teg sjálva/-n – ger eina persónsgreining og fá greiðu á, hví tú hugsar og handlar, sum tú gert.
Lær at arbeiða smart heldur enn hart
Ver medvitað/-ur um ringar vanar, sum eru forðingar fyri effektiviteti
Skapa tíð til menning og fordjúpilsi
Fá góð ráð um viðgerð av t-postum
Lær um venjingar at løða battaríini
Ger tína egnu handlingsætlan fyri at fáa meiri orku og størri yvirskot í gerandisdegnum
Undirvísari: Karin Jessen – hevur sera nógvar royndir og sær møguleikar heldur enn forðingar.
Undirvísingardagur 3 | Samskifti og handfaring av ósemjum
Gerst dugnaligari í samskiftisheiminum. Lær, hvussu tú sjálv/-ur kanst ávirka samveru og samrøðu við onnur og fá ítøkilig amboð til álítandi og hugaligt samskifti.
Tað verður ein aktivur dagur við venjingum, samrøðum í undirvísingarhølinum og við dømum frá undirvísaranum.
Ven teg at lesa samstarvsfelagar og at laga títt samskifti
Fá tað sagt, sum tú vilt siga – lær um arbeiðslag, sum tú kanst brúka til framløgur
Fá amboð at brúka, tá fjáltur kemur á teg
Fá venjing í at handfara ósemjur ítøkiliga – lær um tað, sum virkar málsliga og um atburð, sum minkar um ósemjur
Hvussu sleppur tú undan, at ósemjur seta seg “í kroppin” – lær at fáa upplivingina burtur frá tær
Undirvísari: Berit Weise, viðurkendur ráðgevi og sjúkrarøktarfrøðingur.
Undirvísingardagur 4 | Lær tey snildu tingini í Outlook, Excel & Word
Hesin undivísingardagurin víkir frá hinum, sum allir í stóran mun handla um sjálvsmenning. Ístaðin fyri at hyggja inneftir, fara vit her at hyggja inn í ein telduskerm og læra alt møguligt spennandi, sum kann geva okkum meiri yvirskot dagligdegnum.
Hendan dagin fáa vit eina rúgvu av tipsum og triksum til, hvussu vit kunnu arbeiða effektivari og smartari við Officepakkanum.
Tvs. at vit fara at læra nógv ymiskt nýtt frá hesum forritum:
Word
Lær at brúka skjótatgongd til hentar funkur
Lær at senda teldupost til nógv fólk í senn, tó við ymiskum boðum til hvønn ávísa móttakara
Hvussu brúkar tú autotekstir?
Hvussu brúka vit typografi’ir?
Lær at innseta framsíðu og innihaldsyvirlit
oma.
Excel
Lær at brúka filtur til at halda skil á stórum tabellum
Lær at brúka hentu funkuna frys ruder
Grundleggjandi um formlar
Nær brúkar man sum, min., max., middel
vm.
Outlook
Hurtige trin
Mappur og leitimappur
Lær at brúka leitifunkuna betur
Signatur uppá tann snilda mátan
Fylgja upp uppá uppgávur við fløggum
Kategori’ir
vm.
Gleð teg til ein spennandi dag, har vit spíska okkara førleikar innan tey telduforrit, sum vit dagliga brúka.
Undirvísari: Ása Andreasen
Undirvísingardagur 5 | Positiv sálarfrøði í verki
Venjing ger meistarar! Ven positiva sálarfrøði og blív betur til at fylla gerandisdagin við motivatión og arbeiðsgleði.
Tað gevur tær hug at fáa tað besta burturúr lívinum á positivan og motiverandi hátt.
Fá venjingar at menna tína arbeiðsgleði við positivari hugsan
Tak ábyrgd av egnari motivatión – hvat eggjar teg mest í starvinum?
Finn 5 av tínum bestu førleikum og ger meira av tí, sum tú ert góð/-ur til – og sum gevur orku
Lær einfaldar venjingar innan mindfullness. Tað fyllir battaríini
Ger eina ætlan fyri tína persónligu menning – hvat ynskir tú frameftir?
Undirvísari: Jóhanna Andreasen
Modul 1 | Persónligur effektivitetur og megi
Persónligur effektivitetur og megi – fá meiri orku og størri yvirskot
At vit klára at avgreiða okkara uppgávur og eru før fyri at halda høvdið kalt, tá ið á stendur – hevur alstóran týdning um vit skulu trívast í okkara starvi.
Á fyrsta moduli fært tú ítøkilig amboð at gerast meira effektiv/-ur, soleiðis at tú ikki brennir ljós títt í báðum endum. Tú fært loyst tína orku og kanst í størri mun raðfesta tína tíð sjálv/-ur.
Tað gevur javnvág í gerandisdegnum
Fá amboð at dagføra tínar uppgávur í einum rokutum gerandisdegi
Lær at handfara avbrot á ein góðan hátt
Fá bilbugt við at útseta ting og við at alt skal vera fullkomið
Kenn aftur ymsu tíðarsløgini og lær meira um egið handlingsmynstur
Tey 5 neyðugu stigini til at broyta vanar
Fá hættir at taka burtur ringastu orkuslúkararnar og til at løða battaríini aftur
Høvundur: Karin Jessen, PS4 A/S – royndur høvundur og mennari.
Modul 2 | Klárt samskifti - menn tína slagmegi og orku
Klárt samskifti – menn tína slagmegi og orku
Fá tey úrslit, sum tú fegin vilt hava – og ver sjálv/-ur við alla tíðina.
Modul 2 tekur teg gjøgnum eina tilgongd, har tú lærir at samskifta í samanrenning við egnum ætlanum, virðum og kenslum.
Tað mennir tíni sambond og tína slagmegi
Laga títt samskifti til ymiskar persónsmenskur – og kom skjótari á mál við uppgávunum
Lær at samskifta við slagmegi – so tú verður hoyrd/-ur, sædd/-ur og so at tey minnast teg!
Fá innlit í assertivt samskifti
Lær at siga hart og greitt “ja” og “nei”
Sum tú spyrt, fært tú svar…. Hvussu setir tú góðu spurningarnar?
Høvundur: Jette Skeem – sjálvstøðugur ráðgevi og nógv róstur høvundur.
Modul 3 | At handfara ósemjur og strongd
At handfara ósemjur og strongd
Flestir arbeiðsdagar fara uttan stóru ósemjurnar. Hinvegin kennir tú kortini helst kensluna av, at tú fekst ikki sagt okkurt, ella at tú møguliga reageraði nakað harðliga í eini ávísari støðu.
Við hesi lærubókini fært tú vant atburð í ósemjustøðum. Harumframt fært tú nærri kunnleika til strongd, og hvussu tú sleppur undan, at gerandisrokið setir seg fast.
Lær at taka ósemjur áðrenn tær gerast ov stórar
Ósemjutrappan – kenn tey 4 stigini
Fá góð ráð um at fara um persónar, sum tú áður hevur verið ósamd/-ur við
Hvussu kemur strongd, og hvat ger hon við okkum?
Fyribyrg strongd og fyribyrg at steðga upp – stýr egnum lívi og bygg upp treystleika
Høvundur: Berit Weise, PS4 A/S – viðurkendur ráðgevi og sjúkrarøktarfrøðingur
Modul 4 | Verkætlanarsamskipan og samstarv
Verkætlanarsamskipan og samstarv – vit fylla amboðskassan
Tey flestu arbeiða lutvíst ella heilt í verk- ætlanum, og tey skulu ofta samstarva ella bíða eftir at onnur koma við teirra íkasti, fyri at kunna koma víðari.
Í modul 4 fært tú ítøkilig amboð, sum hjálpa tær at “taka bóltin” og syrgja fyri, at tit koma í mál – samstundis sum tit hava tað stuttligt.
Fá skil á stigunum í verkætlanararbeiði og lær teg at seta realistisk og eggjandi mál
Slepp undan ringastu fellunum í verkætlanararbeiði
Fá skil á, hvussu tú kanst brúka verk- ætlanir og tjekklistar virkið – fá amboð at raðfesta tað mest týðandi
Lær at býta út uppgávur og at eggja onnur
Fá yvirlit yvir uppgávurnar, soleiðis, at tú fært frið í kroppinum og tú fært tær loystar á tryggan hátt
Góð ráð til effektivt samstarv
Stemma av væntanir og býti av leiklutum – hvør er best til hvat?
Høvundur: Mettelene Jellinggaard, In-Side Kommunikation – royndur ráðgevi. Góð at síggja avbjóðingarnar í gerandisdegnum.
Modul 5 | Kreativitetur í gerandisdegnum
Kreativitetur í gerandisdegnum – broyt vanan og ger okkurt nýtt
Øll kunnu finna nýggjar og betri hættir at gera tingini. Fá kunnleika til kreativar arbeiðshættir, sum kunnu verða stór hjálp, tá ið tú stendur frammanfyri smáum og stórum avbjóðingum, sum “bara” skulu loysast.
Lær at fáa skapanarevnini fram her og nú og fá sjálvsøgd og einfald hugskot, sum kunnu gera stóran mun.
Tú fært eina rúgvu av skapandi arbeiðshættum og mannagongdum – og lærir at finna nýggjar vinklar á vanligum avbjóðingum
Broyt vanahugsan og lær at brúka tíni skapanarevni
Fá íblástur at síggja møguleikar heldur enn avmarkingar
Soleiðis setir tú ferð á tíni skapanarevni
Høvundur: Lars AP, Redhair – skapandi strategur, sum gevur íblástur til forvitni og nýhugsan.
Modul 6 | Positiv sálarfrøði
Positiv sálarfrøði – brennidepilin á motivatión og arbeiðsgleði
Positiv sálarfrøði er um mentala vælveru, trivnað og góð avrik. Somuleiðis við motivatión og arbeiðsgleði.
Ert tú motiverað/-ur, gert tú eitt gott arbeiði – tú smílir og tað smittar.
Skil heilan og tað, ið elvir til gleði og ørkymlan
Menn títt sjálvsálit við at brúka tilfeingi, sum tú ikki visti, at tú hevði
Hvussu er við innaru samrøðuni – vend “feilir” til positiva læru
Soleiðis sleppur tú undan at øll orkan er brúkt, tá ið arbeiðsdagurin er av
Hoyr, hvussu motivatión kann skapast – finn drívmegina í tær og skapa eldhuga hjá starvsfeløgunum
Fá íblástur at liva í løtuni
Høvundur: Henrik Leslye, SEB Gruppen A/S – viðurkendur vinnusálarfrøðingur við tyngd.
Karin Jessen hevur holla útbúgving, m.a. innan leiðslu, samskifti og sálarfrøði. Hon hevur meiri enn 25 ára royndir við menning av fólki og fyritøkum. Hon hevur arbeitt hjá Ernst & Young, har hon arbeiddi við ymiskum sløgum av fyritøkum og menniskjum. Karin er ein royndur skeiðsleiðari, sum fleiri ferð hevur undirvíst fyri Synergi, altíð við sera góðum eftirmetingum.
Berit hevur eina master í vaksnamanna pedagogikki frá RUC og hevur eina leiðsluútbúgving. Harafturat er hon menningarráðgevi og kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur. Og so hevur hon meira enn 25 ára royndir í at undirvísa vaksnum fólkum.
Berit dugur sera væl at skapa sambond, tryggleika og menning, har luttakararnir sjálvir eru aktivir. Hon er kend fyri sín eldhuga, uppmerksemi og førleika til at motivera til luttøku, broyting og vøkstur.
Tá Berit undirvísir megnar hon at hava eina góða blanding av innara ró og lívligari megi.
Ása Andreasen hevur undirvíst í fleiri ár og fær sera góðar eftirmetingar. Hon gleðir seg ordiliga nógv, hvørja ferð hon skal undirvísa, eitt nú tí 99% av luttakarunum gerast virkuliga yvirraskaðir yvir, hvussu nógvir møguleikar eru í Officepakkanum. Møguleikar sum bara liggja har og bíða, til teir verða brúktir. Møguleikar sum kunnu spara nógva tíð og gera tað nógv stuttligari, at arbeiða við Office. Møguleikar í Outlook, Word og Excel, sum fólk vanliga ikki brúka.
Oddbjørg er útbúgving sjúkrarøktarfrøðingur og hevur arbeitt innan psykiatriska øki í nógv ár. Hon hevur eftirútbúgving og drúgvar royndir í kognitivari viðgerð, er certifiserað sum mindfulness undirvísari frá University of Mass., Boston og hevur undirvíst starvsfólkum, sjúklingum og avvarðandi á Psykiatriska deplinum.
Hon hevur seinastu árini arbeitt sum sjálvstøðug coach, kognitivari viðgerð, supervisión, umframt terapeutiskar samrøður.
Oddbjørg fer at undirvísa eitt kvøld á útbúgvingini, umframt at allir luttakararnir, hava møguleika at fara tvær ferðir til coach hjá Oddbjørg. Oddbjørg fær sera góð ummælið sum coach.
Bergtóra Høgnadóttir er sosialráðgevi og master í positivari sálarfrøði. Arbeiðsroyndir hennara hava í stóran mun havt við arbeiðsmarknaðin at gera – sum málsviðgerði, virkiskonsulentur, innan psykiatriska økið, kriminalforsorg, HR-mennari og leiðari. Eisini var hon í smá 4 ár tingkvinna. Harumframt er hon útbúgvin: supervisari, trætuloysari og coach.
Bergtóra hevur undirvíst ofta fyri Synergi og fær altíð góðar eftirmetingar.
Johanna Andreasen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingar við serútbúgving innan kognitiva viðgerð. Harafturat er hon útbúgvin innan positiva sálarfrøði, mindfulness MBCT og Coaching.
Hon hevur í mong ár nýtt kognitiva viðgerð í sambandi við ótta, depressjón og persónliga menning. Hetta er ein partur av hennara arbeiði. Ein annar partur av hennara arbeiði snýr seg um at menna fólk í sambandi við teirra arbeiði. Eitt nú koma fólk til hennara fyri at gerast betri leiðarar og ítróttarfólk. Fólk, ið vilja røkka nýggjum málum og basa mentalum forðingum. Coaching er amboðið.
Johanna er ein livandi og empatiskur persónur, sum hevur undirvíst fyri Synergi fleiri ferðir. Hon fær sera góðar eftirmetingar.
Hvør luttekur á hesari útbúgving?
Útbúgvingin er eitt nú fyri skrivstovufólk, samskiparar, móttøkufólk, skrivtovufulltrúar, skrivarar, móttøkufólk, skúlaskrivarar, verkætlanarskrivarar, leiðsluskrivarar, advokatskrivarar, læknaskrivarar, hjálparfólk á skrivstovum og onnur í líknandi størvum.
Fólk úr nógvum ymiskum stovnum og fyritøkum hava luttikið.
Advokatfelagið við Strond 4 Almanna- og heilsumálaráðið Almannamálaráðið Alvalon barnagarður Arbeiðsloysisskipanin Bank Nordik Betri Heim Bókamiðsølan Býarbókasavnið Barnaverndartænastan í Norðoyggjum Brypo Dátueftirlitið Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Dugni Effo Eiðis Kommuna Eik Eysturoyar Røktar- og Ellisheim Fiskaaling Fiskimálaráðið Fiskiveiðieftirlitið Fróðskaparsetur Føroya Fuglafjarðar Kommuna Føroya Arbeiðarafelag Føroya Lívstrygging Føroya Stiftsstjórn Føroya Tele Gjaldstovan Havnar Arbeiðsmannafelag Havsbrún P/f Heilsufrøðiliga Starvsstovan Heilsuskúlin Heilsuhjálparafelag Føroya Heilsumálaráðið Hoyrnin Ílegusavnið IRF Januar Januar, løggilt grannskoðanarvirkið Javnaðarflokkurin Krabbameinsfelagið Klaksvíkar kommuna KSS Láargarður Landsapotekarin Landslæknin Landssjúkrahúsið Maskinmeistarafelagið Mowi NEMA Norðoya Bú-og Heimatænasta NSR Suður Nærverki Posta P/f Petur Larsen P/f Kósin P/F Skyn Ríkisumboðið í Føroyum Rúsdrekkasøla Landsins Sernám SEV Sjóvar Kommuna Skansi Offshore Sorinskrivarin Steingrund Akustik og Rannteld Strandfaraskip Landsins Farstøðin Suðuroyar Sjúkrahús TAKS Tannlæknastovan, 600 Saltangará Tannlæknastovan, Tórshavnar kommuna Tjarnargarður Tjarnargarður – Tórshavnar kommuna Tórshavnar Kommuna Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli Tryggingarfelagið Tryggingarfelagið Føroyar Umhvørvisstovan Vinnuframi Vinnuháskúlin Vinnuhúsið Vága kommuna Yrkisdepilin
Kalendari
31. mars 2022 | kl. 09.00-15.00 Samansjóðingartiltak, bólkar og um coaching | Oddbjørg Johansen og Bergtóra Høgnadóttir
20. apríl 2022 | kl. 09.00-16.00 Undirvísing: Berit Weise
27. apríl 2022 | kl. 09.00-15.30 Undirvísing: Ása Andreasen
11. mai 2022 | kl. 09.00-16.00 Undirvísing: Jóhanna Andreasen
24. mai 2022 | kl. 09.00-16.00 Undirvísing: Karin Jessen
31. mai – 2. juni 2022 | Próvtøka Svarini skulu latast inn 2. juni kl. 12.00
3. juni 2022 | Prógvhandan | kl. 14.00
Modul at lesa heima
Tit fáa javnan modul heim við, sum tit skulu lesa. Tað er ikki so rúgvusmikið og lætt at lesa. Talan er um 6 modul í alt.
Bólkaarbeiði
Luttakararnir verða býttir upp í bólkar og lagt verður upp til, at bólkarnir hittast millum undirvísingardagarnar, at tosa um tað tey hava lisið í modulunum. Møguligt er tá at læna hølir hjá Synergi, um tey eru tøk. Hetta er íroknað. Hava tit tørv á hølum, so set tykkum í samband við Synergi. Um tit møtast í ella aftaná arbeiðstíð er upp til tykkum.
Coach
Írokna útbúgvingina er harumframt 2 coachtímar. Luttakarin avtalar við coach’in nær coachtímarnar skulu verða.
Íroknað
Íroknað kostnaðin er >>
5 undirvísingardagar
morgunmatur, miðmáli, dessert seinnapart, frukt og kaffi/te á kannuni allan dagin
Eg stúrdi fyri, at eg fór ikki at tíma hetta, men nú haldi eg, at hetta kann saktans viðmælast til mínar starvsfelagar og tað fari eg at gera.
– NN
Eg var so sera væl nøgd við skeiðið. Karen er ein ótrúliga góður undirvísari:)
– Heidi Simonsen, Hoyrnin
Hon var sera positiv og dugdi sera væl at siga frá øllum viðv. planlegging, seta sær mál v.m.
– Barbara Jákupsdóttir, NSR Suður
Eg stúrdi eitt sindur fyri, at hetta fór eg ikki at megna, tí tað er so langt síðani, at eg havi tikið nakra útbúgving. So tað var ein ordilig aha'uppliving fyri meg, at eg framvegis megni at taka útbúgvingar, hóast tað er laaangt síðani, at eg havi tikið nakrað útbúgving
– NN
Undirvísingarhátturin var góður og lívligur. Haldi tað var gott og gevandi at hoyra skeiðsleiðaran tosa so jaligt við nógvum dømum úr gerandisdegnum.
– Edla í Lambanum, TAKS
Dugdi sera væl at fáa frálæruna spennandi, sera góður og spennadi dagur :-)
– Ann Ísheim Davidsen, Fróðskaparsetur Føroya
Eg havi fingið ein meiri jaligan hugburð og stressi ikki um tey lítlu tingini.
– NN
Í frágreiðingini um "Tidsrøvere", hevði eg nógvar aha-upplivingar.
– Eilin Andreasen, TAKS
Mær dámar ógvuliga væl hesa útbúgvingina, tí hon er so viðkomandi fyri meg. Eg havi lært nógv um meg sjálva og havi fingið nógv góð amboð at arbeiða við bæði í arbeiðslívinum og privat. Og so havi eg eisini longu fingið broytt okkurt á arbeiðsplássinum, til tað betra fyri meg.
Tit hava ógvuliga góðar umstøður at undirvísa í, og so fáa vit so sera nógv og gott at eta. Takk fyri. :)
– Torgunn Eliasen, Tannlæknastovan
Eg eri blivin meira bevíst, bæði um meg sjálva og umhvørvið. Hugsi meira um at verða positiv og lurtandi, heldur enn at bróta av. Bevíst um, ikki at taka mær av hvat onnur hugsa og gera og meiri tilvitað um "Takksemi" og "Nøgdsemi".
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!