Synergi og SuperUsers gjørt samstarvsavtalu um KT-skeið í Føroyum >>

Synergi hevur gjørt samstarvsavtalu við Brian Brian Eberhardt, stovnaran og ein av eigarunum av SuperUsers, um at hava KT-skeið í Føroyum.

Hetta er eini góð boð fyri KT-fólk, sum nú kunnu sleppa frá at fara uttanlands fyri at fara á skeið. SuperUsers er størsta undirvísingarhús í Danmark innan KT. Har arbeiða millum 30-40 fastsett kt-fólk og tey hava síðani tey byrjaðu, havt yvir 50.000 fólk á skeið innan operativsystemir, databasur, netverk og programútvikling.

Tað kann væl loysa seg
– at taka skeið í Føroyum

Sjálvt skeiðið kostar tað sama, sum sama skeið í Danmark. Tvs. at sum arbeiðgevari sleppur tú nú undan at gjalda flogferð, hotel, ferðadagar osfr. So – ikki tær at siga – her eru nógv tíð og peningur at spara.

Sí her hvørji telduskeið eru á skránni >>

Vit gleðast um at samstarvið er fingið í lag og gleða okkum at veita dygdargóð skeið á KT-økinum í Føroyum.

Vegna Synergi og SuperUsers

Ása Andreasen