Tveir dagar samanhangandi við lýsing av fleiri skipanum gav eina góða heildarmynd av Office 365 amboðnum, samstundis sum stundir vóru at fara í ymsar smálutir, sum høvdu okkara serliga áhuga. Eg fekk eisini fleiri góð tips og triks til snarvegir, sum spara tíð. Mær dámdi serliga væl skiftini millum kunning og uppgávur, sum vit skuldu royna at gera sjálvi. Eg ivaðist í, um tað fór at vera ov grundleggjandi skeið, ganga ov seint fyri seg, men tað gjørdi tað ikki.
– Annika Sølvará, Granskingarráðið Eg stúrdi eitt sindur fyri, at hetta fór eg ikki at megna, tí tað er so langt síðani, at eg havi tikið nakra útbúgving. So tað var ein ordilig aha'uppliving fyri meg, at eg framvegis megni at taka útbúgvingar, hóast tað er laaangt síðani, at eg havi tikið nakrað útbúgving
– NN Eitt ógvuliga gott skeið við ógvuliga kompetentum undirvísarum, sum dugdu síni ting :-). Konkret við góðum dømum og virknum luttakarum.
– Jeanette Blaasvær, Almannamálaráðið Kompetentir, orkuríkir og inspirerandi undirvísarar. Sera læruríkt, undirhaldandi og stuttligt skeið. Lærdi eisini nógv av hinum skeiðsluttakarunum. Vit fingu fleiri amboð og 'fif', sum eg ætli mær at brúka.
– Eyðbjørn Brimnes, LBF - ráðgevandi verkfrøðingar Væl upplagdur undirvísari, energiskur og skemtiligur, so man sat og lurtaði við andakt alla tíðina.
– Sofus Debes Johannesen, TAKS Greið undirvísing, Góðar umstøður. Ikki ov nógvir luttakarar. Pedagogiskt uppbygt.
– Bjørt Samuelsen Tað var so livandi. Man var við allatíðina. Hann dugdi sera sera gott at undirvísa.
– Hansina Magnussen, BankNordik Serliga gott var, at skeiðsmaterialið er lætt at brúka og Sigmund tosar "uden omsvøb" - tað er greitt tað hann kemur við og veit hann ikki, so sigur hann tað heldur enn at gita okkurt.
– Ulla Joensen, Elektron Eg var vælnøgdur við alt skeiðið. Eg haldi at skeiðleiðarin livdi upp til allar mínar forvantningar. Eftir hesar dagar havi eg heilt víst fingið betri lesi førleika, av somu orsøk betri huga at lesa, hettar vær júst endamálið við at fara á hettar skeiðið.
– Birgir Andreasen, Ide Møblar