Search by
Loading Events
Skeið 2. september 2024

Scrum Master Certified™

2. september 2024
08:00 - 17:00
Tilmeldingarfreist
1. august 2024, 00:00
Online
Danskt ella enskt
Undirvísingarmál
7820 umvg.
Kostnaður
Melda til

 


“Orsøkin til at vit valdu at senda øll okkara starvsfólk á Scrum Master skeið, var geva øllum eitt felags mál, styrkja um tann agila arbeiðsháttin, og fara tann vegin har nógvir av okkara kundum vilja verða. Við online pallinum høvdu vit stóran fleksibilitet í undirvísingini, og kundi ein altíð hyggja aftur í upptøkurnar fyri at uppfríska okkurt til sertifiseringina. Heilt klárt eitt skeið Elektron kann viðmæla.”

Kristjan Petursson, Deildarleiðari fyri Hýsing og Tænastu


Tak skeiðið í tínum egna tempo!

Okkara Scrum Master-skeið er sjálvlestur við video-e-læring. Undirvísingina skalt tú stroyma, og tú gert sjálv/ur av hvar og nær. Tú stýrir eisini sjálv/ur, hvussu skjótt tú vilt taka skeiðið. Tú fært góðan stuðul bæði undir og aftan á skeiðið við einari samanseting av spurningum (quiz), sjónfílum og stuðlandi tilfari og royndarpróvtøkum.


Lær at leiða eina verkætlan eftir kenda Scrum leistinum


 

Tú arbeiðir kanska sum verkætlanarleiðari og treingir til at fáa nøkur amboð, til at gera arbeiði lættari. Tú hevur kanska hoyrt um Scrum og hevur hug at royna tann leistin.

So er hetta er skeiðið til tín. Hetta er eitt skeið fyri tey, sum hava hug at royna Scrum og fyri øll, sum hava áhugað fyri verkætlanarleiðslu yvirhøvur.

Fokus er á, at læra hvussu tú skalt tryggja eina vælvirkandi Scrum-prosess,

 

Við einari Scrum Master-sertifisering kanst tú tryggja, at Scrum-toymið hevur optimalar arbeiðsumstøður í mun til at kunna lata eina verkætlan úr hondum.

 


4.67 av 5 í eftirmeting | 99 % standa royndirnar


 

Hetta kemur tú at læra um

  • Hvussu tú hugsar og arbeiðir í agilum verkætlanum
  • Scrum-førleikarnar og hvussu tú brúkar tær
  • Tín leiklut sum Scrum Master og leiklutirnar hjá hinum innan Scrum
  • Øll amboðini, so tú kanst handfara og leiða eina Scrum-verkætlan
  • Hvussu tú kanst hjálpa við at implementera Scrum á tínum arbeiðsplássi


Tá tú hevur tikið skeiðið, ert tú før/ur fyri at virka sum

Scrum Master í professionellum sambandi.


 

Lýsing av Scrum Master Certified™

Scrum er eitt eyðsýnt og smidligt leiðsluamboð, sum kann tillagast nógv fakøkir, mentanir og vinnugreinar. Alt er grundað á best practice og holla vitan. Rammuverkið hevur langt síðani prógvað sítt virði. Scrum er heimsins mest útbreiddi háttur til smidliga verkætlanarleiðslu og framleiðslustýring. Í ítróttinum verður Scrum nýtt at fáa gongd á aftur bóltin, tá alt er steðgað upp. Hiðani stavar navnið Scrum. Scrum verður serliga brúkt til verkætlanir, har tað er torført at meta um, hvat fer at henda, og har lýsingin av produktinum og krøvini til tað javnan broytast.

Ein Scrum Master vegleiðir, fasiliterar og undirvísir øllum luttakarum í verkætlanini. Scrum Master beinir fyri forðingum hjá liðinum og tryggjar, at allar Scrum-mannagongdir vera fylgdar.

 


Tak skeiðið í tínum egna tempo!


Fá altjóða Scrum Master-sertifisering

Details

Start:
september 2 @ 08:00
End:
2. september 2025 @ 17:00
Cost:
kr.7.820,00 – kr.8.670,00
Event Categories:
, , , , ,

Venue

Online
Online 188 Faroe Islands
Phone
00298227464

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Scrum Master Certified™
kr. 7.820,00
Unlimited
Scrum skeiðið v/fysiskari bók
Online manualur/bók er íroknað kostnaðin. Bílegg bara skeiðið v/fyriskari bók, um tær dámar betur at hava eina bók í hondini. Bókin kostar 850 kr.
kr. 8.670,00
Unlimited