Loading Events
Skeið 18. - 20. mai 2026

Samstarv við Dansk Standard| Víðkað diplom­skeið í kunningartrygd við støði í ISO/IEC 27000 røðini

18. - 20. mai 2026
09:00 - 16:00
Tilmeldingarfreist
24. apríl 2026, 00:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
16 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
18900,- u/MVG
Kostnaður
Melda til

Fá eina gjølla innleiðslu í altjóða standardar fyri kunningartrygd.

Í samstarv við Dansk Standard, kann Synergi nú bjóða hetta víðkaða diplomskeiðið í kunningartrygd við støði í ISO/IEC 27000 røðini

 


Skeiðið

Innleiðsla til ISO/IEC 27001 við denti á ISO/IEC 27002 og ISO/IEC 27005.

Skeiðið gevur tær eina samlaða innleiðslu til standardarnar ISO/IEC 27001, ISO/IEC 27002 og ISO/IEC 27005. Soleiðis fært tú bæði innlit í krøvini, sum verða sett til eitt leiðslukervi fyri kunningartrygd (ISMS) í ISO/IEC 27001, og íblástur til hvussu títt virki kann skipa sína tilgongd til at stýra kunningartrygdarváðar sambært ISO/IEC 27005. At enda fært tú eisini vegleiðing í, hvussu útvald tiltøk úr ISO/IEC 27002 kunnu setast í verk.

Skeiðið sameinar frálæru í teori við praktiskar venjingar og dømi, so tú fært eina djúpari fatan av kunningartrygd og hvussu arbeiðið við henni verður stýrt í tíni fyritøku. Tú fært innlit í kjarnu­elementini í øllum trimum standardunum og teirra týdning fyri kunningartrygd og nettrygd.

Skeiðið endar við eini próvtøku, sum staðfestir tína vitan og førleikar á økinum.

 

Skeiðið fevnir um

Skeiðið gevur innlit í týdningarmestu standardunum innan kunningartrygd og váðastýring.

ISO/IEC 27001 er ein altjóða leiðslustandardur fyri kunningartrygd. Ið hjálpir feløgum at verja virðismiklar upplýsingar, herundir persónsupplýsingar, gjøgnum eina skipaða tilgongd til váðastýring, prosess­skráseting og ábyrgdarbýti. Hetta er tað fullkomna amboðið til at skapa eina trygga og álítandi verju av upplýsingum.

ISO/IEC 27002 er ein vegleiðandi standardur, sum útgreinar trygdartiltøkini í ISO/IEC 27001.

ISO/IEC 27005 hevur fokus á váðastýring og vegleiðir fyritøkur í at menna eina serliga tilgongd til at eyðmerkja, meta um og handfara váðar.

Details

Venue

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Víðkað diplom­skeið í kunningartrygd við støði í ISO/IEC 27000 røðini
kr. 18.900,00
16 available