
Menn tínar HR førleikar👇
Frá fyrsta prát við nýggja starvsfelagan til viðkomandi hevur seinasta arbeiðsdag!
Sálarfrøðilig trygd · Rekruttering · PREboarding · ONboarding · OFFboarding · MUS
Á skeiðnum fært tú ítøkilig amboð og innlit í, hvussu tú tryggjar sálarfrøðiliga trygd, styrkir starvsfólkamentanina og brandið og byggir eitt professionelt HR-arbeiði líka frá rekruttering til off-boarding.
Skeiðið gevur eina praktiska og holistiska tilgongd til mest týðandi leiðslu og -HR-disciplinir. Endamálið er at útbúgva luttakararnar við ítøkiligum metodum, amboðum og innlit í, hvussu tú skapar ein sterkan HR-struktur, sum stuðlar eini positivari starvsfólkauppliving gjøgnum alla setanartilgongdina. Serligur dentur verður lagdur á sálarfrøðiliga trygd, gott samskifti og leiklutin hjá HR í at styrkja mentanina og brandið hjá fyritøkuni.
Verð við at byggja eina arbeiðsmentan, har fólk trívast – frá fyrsta arbeiðsdegi til seinasta arbeiðsdag!
👉 Lær hvussu tú:
- Rekrutterar rætt og styrkir brandið
- Skapar ein pre- og onboarding, sum gevur meining
- Hevur virðisskapandi MUS-samrøður við uppfylging
- Syrgir fyri virðiligari offboarding
- Og ikki minst: Setur sálarfrøðiliga trygd í hjarta av øllum HR-tilgongdunum
Sera góður undirvísari, sum hevur vunnið undirvísingarvirðisløn
Jette Skeem, CEO, Cand. Negot, hevur fleiri ára royndir við at undirvísa í leiðslu og HR og hevur vunnið virðislønir fyri besta undirvísara og fyrilesara.
Jette hevur havt starsfólka- og leiðsluábyrgd fyri upp til 600 starvsfólk, so umframt holla teoretiska vitan, hevur hon eisini drúgvar praktiskar royndir.
