Loading Events
Skeið 23. - 25. september 2025

Fundraising Manager | Útbúgving í 3 modulum

23. - 25. september 2025
09:00 - 16:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
15 luttakarar
3 pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
19.500,- u/MVG
Kostnaður
Melda til

Ein útbúgving í 3 modulum um praktiska og strategiska fundraising 

Hevur tú eina góða verkætlan? Manglar tær fígging? Hvar og hvussu kanst tú søkja um stuðul? Sum fundraiser eru altíð nýggir møguleikar og avbjóðingar at søkja um stuðul úr grunnum og puljum. 

 

Kom við og lær eina rúgvu, sum tú kanst brúka beinanvegin!

Marknaðurin broytist støðugt og kappingin um at fáa stuðul úr teimum ymisku grunnunum er størri enn nakrantíð, tí fleiri og fleiri umsøkjarar eru. Tí er tað alneyðugt hjá teimum, ið standa fyri at søkja, at tilogna sær bæði nýggja vitan og førleikar, um mann skal gera sær nakra vón um at vera við í stóru kappingini.

Fundraising Manager-skeiðið er ment við tí fyri eyga at skapa fleiri og betri fundraisarar við røttum fortreytum og førleikum at fáa uttanhýsis stuðul frá m.a. grunnum og ymiskum puljum.

 

Lær alt um fundraising

Á teimum 3 modulunum lærir tú alt um fundraising – frá praktiska arbeiðinum við umsøknunum til at menna fundraising-strategiir – við støði í tíni egnu verkætlan ella strategi.

 

Endamál

Endamálið við hesi styttri útbúgving í 3 modulum er, at tú ikki bert fært prógv fyri tínar førleikar, men eisini eina greiða fatan av, hvussu ein umsókn, sum er verd at stuðla, skal síggja út og hvat ein foundraising stategi skal innhalda. Undirvísingin byggir á nýggjastu vitan um fundraising. Tú fært undirvísing frá royndum fundraisarum, harumframt verða eisini framløgur frá fremstu fakfólkum og serfrøðingum innan økið. Fundraising Manager útbúgvingin sameinir praktiskar førleikar við teoretiskari vitan á høgum fakligum støði. Tað tryggjar tær ein dagførdan amboðskassa.

 

👉👉Útbúgvingin gav mær amboðini at søkja grunnar, sum endaði við eini

👍6-siffraðari játtan frá Spar Nord Fonden

Charlotte Thyberg, Stifter, Det Kærlige Måltid

 

2 høvuðsundirvísarar og 3 gestaundirvísarar

Dennis Hørmann og Rasmus Munch eru báðir fastir undirvísarar á skeiðinum. Umframt teir báðar, verða 3 gestaundirvísarar við (on-line).
Teir eru báðir útbúnir cand.merc. og hava arbeitt við verkætlanarleiðslu, altjóða sølu, marknaðarføring v.m. síðani 2005, og hava síðani 2010 verið partnarar í ráðgevarafyritøkuni Fundraiseren.dk  og í fyritøkuni Fonde.dk P/S, sum er størsta stuðulssíða í Danmark.

Teir eru høvundar av bestseljaranum Håndbog i fundraising. Hetta gevur teimum eina serliga innlit og vitan um stuðulsøkið.

 

👉👉Fundraiseren hevur í 15 ár veitt ráðgeving innan verkætlanarmenning og stuðulsfígging

👍 og fingið meira enn 650 milliónir kr. til verkætlanir

Síðani 2010 hevur Fundraiseren fingið meira enn 650 mió. kr. til verkætlanir, býttar á meira enn 700 játtanir. Fyritøkan hevur undirvíst meira enn 13.000 luttakarum í fundraising og útbúgvið yvir 250 Fundraising Managers seinastu 8 árini, so tú ert í tryggum hondum.

Ein góð íløga – kom við!

Rætta stuðulsumsókin kann geva sera stórar upphæddir í stuðli til tína verkætlan!
Ein sera hent útbúgving hjá øllum sum skulu søkja um stuðul úr einum grunni, pulju ella líknandi

Details

Venue

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Tickets are no longer available