
Burðardygd sum strategiskt leiðsluamboð
Tað ber illa til at tosa um framtíðar leiðslu uttan at tosa um burðardygd. Tí bjóða vit nú – í samstarvi við Aros Business Academy – eitt háaktuelt og neyðugt skeið um burðardygd sum starategiskt leiðsluamboð.
Aros MiniMBA | Eitt eyka modul, sum ger tína útbúgving enn meira fullfíggjaða
Hetta er eitt eyka modul til tín, sum hevur tikið Aros MiniMBA.
Skeiðið vendir sær til allar leiðarar, sum ynskja meira vitan um Burðardygd sum strategiskt leiðsluamboð.
Tvs. at samstundis sum hetta er eitt eyka modul til MiniMBA útbúgvingina, er hetta eisini eitt sjálvstøðugt skeið, sum allir leiðarar kunnu luttaka á, óansæð um teir hava MiniMBA ella ikki.
Øll kunnu luttaka á hesum skeiðinum, sum er ment við tí fyri eyga, at gera Aros MiniMBA enn meira fullfíggjaða.
Burðardygd er vorðin ein týðandi og óloysiligur partur av nútímans virkisleiðslu
Hetta krevur, at leiðarar skilja strategiska týdningin av at leiða burðardygt. Endamálið við hesum skeiðnum, sum er eisini er eitt ískoytismodul til Aros MiniMBA í leiðslu, er at geva tær neyðugu vitanina og amboðini, soleiðis at tú kanst stýra, skilja og leiða ymisk átøk fyri burðardygd og skapa tryggleika í tínum leikluti. Harafturat er endamálið eisini at eggja til, at tú sum leiðari hugsar um og viðger tína egnu ábyrgd í sambandi við burðardygga leiðslu.
Innihaldið fevnir um mest týðandi evni, so sum sambandið millum burðardygd og vinnu, hvussu vit eyðmerkja møguleikar og hóttanir, og hvussu vit íverkseta burðardyggar mannagondir sum ein natúrligan part av vinnustrategiini.
Dentur verður lagdur á praktiska nýtslu av verandi amboðum í nýggjum burðardyggum samanhangum – og á týdningin av samskifti (at forða fyri greenwashing og greenhushing), skjalprógvan og positionering.
👌💥Jasper Steinhausen undirvísir💪
Rithøvundur til Amazon Bestseljaran
“Makin Sustainability Profitable”
Kom og uppgradera tína Aros MiniMBA ella tína vitan um burðardygd
>> Tekna teg bara beinanvegin, so er tað ikki eftir <<
