
ÚTSELT !
Pláss eru tøk 11. – 13. oktober
Tekna teg HER
Eftir 3 døgum ert tú væl koyrandi
Kundi tú hugsað tær at fingið innlit í bókhald heilt frá grundini? At lært um debet og kredit, kassaroknskap, MVG, vøruroknskap, kontobygnað o.m.a.? Uppá 3 dagar lærir tú tað grundleggjandi, so tú kanst koma í gongd.
Tú lærir øll tey vanligu grundleggjandi bókhaldshugtøkini. Tvs. líka frá hvat debet og kredit er til kontobygnað, kassaroknskap, skuldarar, ognarar, MVG, roknskaparuppseting v.m.
Egið virkið? Arbeiðir tú við bókhaldi? Í banka? Á skrivstovu?
Skeiðið er sera viðkomandi fyri teg, um tú hevur hevur egið virkið, arbeiðir á skrivstovu ella um tú kundi hugsað tær at arbeitt við bókhaldi ella á skrivstovu. Eisini er skeiðið gott fyri teg, um tú bara kundi hugsað tær at fríska vitanina upp ella koma nærri bókhaldshugtøkunum.
Skeiðið krevur ongan forkunnleika – undirvíst verður á byrjanarstøði, so øll kunnu vera við.
Kom við til eitt av okkara populerastu skeiðum!
Men bíða ikki ov leingi, tí skeiðið er nærum altíð útselt.
Tilmeldingarfreistin er farin ella eingin pláss eru eftir. Vinarliga set teg í samband við okkum.
