Eftir 3 døgum ert tú væl koyrandi
Kundi tú hugsað tær at fingið innlit í bókhald heilt frá grundini? At lært um debet og kredit, kassaroknskap, MVG, vøruroknskap, kontobygnað o.m.a.? Uppá 3 dagar lærir tú tað grundleggjandi, so tú kanst koma í gongd.
Tú lærir øll tey vanligu grundleggjandi bókhaldshugtøkini. Tvs. líka frá hvat debet og kredit er til kontobygnað, kassaroknskap, skuldarar, ognarar, MVG, roknskaparuppseting v.m.
Egið virkið? Arbeiðir tú við bókhaldi? Í banka? Á skrivstovu?
Skeiðið er sera viðkomandi fyri teg, um tú hevur hevur egið virkið, arbeiðir á skrivstovu ella um tú kundi hugsað tær at arbeitt við bókhaldi ella á skrivstovu. Eisini er skeiðið gott fyri teg, um tú bara kundi hugsað tær at fríska vitanina upp ella koma nærri bókhaldshugtøkunum.
Skeiðið krevur ongan forkunnleika – undirvíst verður á byrjanarstøði, so øll kunnu vera við.
Kom við til eitt av okkara populerastu skeiðum!
Men bíða ikki ov leingi, tí skeiðið er nærum altíð útselt.