Brúkar tú metaforar, anafor ella epifor?

>> 5 retorisk tips til tín <<

#1 Metaforar 

Tú brúkar metaforar, tá tú skalt greiða frá tínum sjónarmiðið. Fólk dáma og skilja ofta betur títt point, tá tú brúkar metaforar. 

Dømi:

  • Gera vit sum NN skjýtur upp, so kann tað lættliga gerast ein fløskuhálsur. 
  • Eg havi ikki sópa nakað undir gólvteppið. 

#2 Samanbera

Altíð gott at samabera títt argument við okkurt annað. Tað ger tín boðskap meiri týðiligan. 

Dømi:

Gera vit sum andstøðan sigur, so er tað tað sama sum at pissa í buks, fyri at halda hitanum. Eg haldi at tað hinvegin er alneyðugt at  ….

#3 Endurtaka

Syrg fyri, hvørja ferð tú úttalar teg (ella næstan;),  at benda samrøðuna inn á títt hjartamál. Tvs. endurtak títt hjartamál allastaðni. Á hendan hátt ert tú vís/ur í, at fólk fáa tað við, hvat tað er tú stendur fyri. Tað festir seg og gevur styrki. Fólk fara at trúgva uppá tað.

Endurtøka er eisini góð í einari røðu ella samrøðu. Nógv halda, at tá tey hava sagt tingini einaferð, so mann áhoyrarin hava skilt boðskapin. Hetta er verri enn so altíð rætt. Tú eigur ikki at undirmeta týdningin av, at endurtaka tað, sum tú hevur sagt. Ella í minsta lagi høvuðsboðskapin. Tað hevur stóran týdning fyri, hvussu boðskapurin nørist í tínum áhoyrarum, hann hann verður endurtikin. 

#4 Anafor & Epifor

Epifor merkir, at tú endar tínar setningar uppá sama máta hvørja ferð. Anafor er, tá tú byrjar tínar setningar uppá sama máta. 

Dømi um (ein sera kendan) Anafor: 

  • I have a dream that one day…
  • I have a dream that my four little children will ….
  • I have a dream that one day every valley …

Dømi um Epifor: 

  • Fólk tosa um … , men samgongan ger einki við málið
  • Granskarar tosa um … , men samgongan ger einki við málið
  • Heimurin tosar um … , men samgongan ger einki við málið

#5 Retoriskir spurningar

Tað brúkar tú sikkurt longu nú. Og tað er eitt gott amboð. Tí tað tekur áhoyraran við og fær hana/hann at hugsa seg um. Tú væntar ikki at fáa svar uppá ein retoriskan spurning. Svarið er sjálvsagt og liggur í sjálvum spurninginum, eingin vil siga tær ímóti.

Dømi:

  • Skal tað ikki loysa seg at arbeiða?
  • Eru vit ikki samd um, at tað skal verða pláss fyri okkum øllum í Føroyum?

Vilt tú læra meiri um retorik?

So tekna teg til okkara 
fantaskiska skeið
um retorik fyri leiðarar >>

Skeiðið hevur fingið heili
10/10
í karakter frá luttakarunum!

Skeiðið verður 18.-19. mars 2019.

Freist: 11. mars 2019

| kl. 12.00 |

Tilmelding her >>