Loading Events
Skeið 18. - 19. mars 2019

Retorikkur fyri leiðarar

18. - 19. mars 2019
09:00 - 16:00
Tilmeldingarfreist
15. februar 2019, 12:00
16 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
9600 u/MVG
Kostnaður
Einastandandi
Eftirmeting: 10/10
Melda til

Tú heldur nógv fleiri talur, enn tú heldur…

Hugsa bara um vælkomuna, morgunfundin og presentatión av nýggjum starvsfólki.

Um upplegg til stýri/stjórn, um munnligar kunningar og frágreiðingar.

Hugsa eisini um tær stóru leiðaratalurnar:

Ársdagar og temadagar, har fyritøkan savnast.

 

Hóast tú kanska ikki hugsar um tað,
er alt hetta “talur”…

Talur, har tú hevur møguleika at stýra,

hvønn veg tingini skulu fara…

Stórar talur, ið savna fyritøkuna

Minni talur, ið seta dagsskráir

og smáar talur

– sum nærum koma undir vanligt prát –

ið seta orð á støðuna.

Kom við og  fá stýr uppá retorikkin!

Sí 3 videobrot niðanfyri, eitt við undirvísarunum og 2 við fyrrverandi luttakarum.

 

 

 

Eitt ógvuliga gott skeið við ógvuliga kompetentum undirvísarum, sum dugdu síni ting :-). Konkret við góðum dømum og virknum luttakarum.

– Jeanette Blaasvær, Almannamálaráðið

Kompetentir, orkuríkir og inspirerandi undirvísarar. Sera læruríkt, undirhaldandi og stuttligt skeið. Lærdi eisini nógv av hinum skeiðsluttakarunum. Vit fingu fleiri amboð og 'fif', sum eg ætli mær at brúka.

– Eyðbjørn Brimnes, LBF - ráðgevandi verkfrøðingar

Effektivur og einfaldur undirvísingarháttur. Ítøkilig dømi og so góð uppfylging við smáum cases og rolluspølum. Haldi alt var gott: umstøður, matur og undirvísing.

– Rógvi Róin, Petur Larsen pf

Alt var gott! Sera gevandi og mennandi skeið.

– Noomi K. Rasmussen, Sunda kommuna

Luttakararnir sluppu beinanvegin at royna seg, og vit fingu fitt av amboðum við okkum, sum vit kundu brúka sum røðuhaldarar. Umframt innihaldið í skeiðnum, so vóru karmarnir fyri skeiðið fínir.

– Eyðun Mohr Hansen, Almannamálaráðið

Et anvendeligt og praktisk kursus.

– Søren Bruhn, Suðuroyar Sparikassi

Details

Start:
18. mars 2019 @ 09:00
End:
19. mars 2019 @ 16:00
Cost:
DKK9600
Event Categories:
, , ,

Tilmelding

15 available
Retorikkur fyri leiðararDKK9.600,00

Please fill in all required fields