Loading Events
Skeið 8. - 10. september 2026

Fundraising Manager | Útbúgving í 3 modulum

8. - 10. september 2026
09:00 - 15:00
Tilmeldingarfreist
18. august 2026, 00:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
15 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
18.500,- u/MVG (prísurin fer upp 17. juni kl. 12)
Kostnaður
Framúrskarandi
Eftirmeting: 9,4/10
Melda til

Ein útbúgving í 3 modulum um praktiska og strategiska fundraising 

Hevur tú eina góða verkætlan? Manglar tær fígging? Hvar og hvussu kanst tú søkja um stuðul? Sum fundraiser eru altíð nýggir møguleikar og avbjóðingar at søkja um stuðul úr grunnum og puljum. 

 

Kom við og lær eina rúgvu, sum tú kanst brúka beinanvegin!

Marknaðurin broytist støðugt og kappingin um at fáa stuðul úr teimum ymisku grunnunum er størri enn nakrantíð, tí fleiri og fleiri umsøkjarar eru. Tí er tað alneyðugt hjá teimum, ið standa fyri at søkja, at tilogna sær bæði nýggja vitan og førleikar, um mann skal gera sær nakra vón um at vera við í stóru kappingini.

Fundraising Manager-skeiðið er ment við tí fyri eyga at skapa fleiri og betri fundraisarar við røttum fortreytum og førleikum at fáa uttanhýsis stuðul frá m.a. grunnum og ymiskum puljum.

 

Lær alt um fundraising

Á teimum 3 modulunum lærir tú alt um fundraising – frá praktiska arbeiðinum við umsøknunum til at menna fundraising-strategiir – við støði í tíni egnu verkætlan ella strategi.

 

Endamál

Endamálið við hesi styttri útbúgving í 3 modulum er, at tú ikki bert fært prógv fyri tínar førleikar, men eisini eina greiða fatan av, hvussu ein umsókn, sum er verd at stuðla, skal síggja út og hvat ein foundraising stategi skal innhalda. Undirvísingin byggir á nýggjastu vitan um fundraising. Tú fært undirvísing frá royndum fundraisarum, harumframt verða eisini framløgur frá fremstu fakfólkum og serfrøðingum innan økið. Fundraising Manager útbúgvingin sameinir praktiskar førleikar við teoretiskari vitan á høgum fakligum støði. Tað tryggjar tær ein dagførdan amboðskassa.

 

👉👉Útbúgvingin gav mær amboðini at søkja grunnar, sum endaði við eini

👍6-siffraðari játtan frá Spar Nord Fonden

Charlotte Thyberg, Stifter, Det Kærlige Måltid

 

2 høvuðsundirvísarar og 3 gestaundirvísarar

Dennis Hørmann og Rasmus Munch eru báðir fastir undirvísarar á skeiðinum. Umframt teir báðar, verða 3 gestaundirvísarar við (on-line).
Teir eru báðir útbúnir cand.merc. og hava arbeitt við verkætlanarleiðslu, altjóða sølu, marknaðarføring v.m. síðani 2005, og hava síðani 2010 verið partnarar í ráðgevarafyritøkuni Fundraiseren.dk  og í fyritøkuni Fonde.dk P/S, sum er størsta stuðulssíða í Danmark.

Teir eru høvundar av bestseljaranum Håndbog i fundraising. Hetta gevur teimum eina serliga innlit og vitan um stuðulsøkið.

 

👉👉Fundraiseren hevur í 15 ár veitt ráðgeving innan verkætlanarmenning og stuðulsfígging

👍 og fingið meira enn 650 milliónir kr. til verkætlanir

Síðani 2010 hevur Fundraiseren fingið meira enn 650 mió. kr. til verkætlanir, býttar á meira enn 700 játtanir. Fyritøkan hevur undirvíst meira enn 13.000 luttakarum í fundraising og útbúgvið yvir 250 Fundraising Managers seinastu 8 árini, so tú ert í tryggum hondum.

Ein góð íløga – kom við!

Rætta stuðulsumsókin kann geva sera stórar upphæddir í stuðli til tína verkætlan!
Ein sera hent útbúgving hjá øllum sum skulu søkja um stuðul úr einum grunni, pulju ella líknandi. Tú fart eisini ein lista við viðkomandi grunnun, ið tú kanst søkja úr.

 

Luttakarar september 2025

Eg eri glað fyri athava lært, at tað er tað er neyðugt at umsóknirnar eru væl umhugsaðar og hava tey skjalprógv við sum eru neyðug

– Luttakari 2025

Mín stórsta aha'uppliving var at talið av grunnum er so høgt, og at tað ber til at brúka AI sum hjálparamboð

– Luttakari 2025

Eri serliga glað fyri at fáa innlit í ymisku grunnarnar, og hvussu tey arbeiða við umsóknum og viðgerð av umsóknum.

– Luttakari 2025

Eg kann viðmæla skeiðið til allir non profit felagsskapir, so fleiri kunnu realisera alt møguligt, sum manglar.

– Ninna R. Simonsen, Sinnisbati

Haldi at øll, ið arbeiða við fundraising og við verkætlanararbeiði sum heild høvdu fingið nógv burturúr.

– Gunnhild Persson, Sinnisbati

Eg vil viðmæla serliga teimum sum sita við stuðulsuppgávum innan tey almenn tiltøk.

– Ólavur Lamhauge, P/F Looknorth

Mín stórsta aha'uppliving var at fondar hava masser av pengum

– Signar Hilmarsson, ÍSF

Mín stórsta aha'uppliving var at hjálp er á AI til at fáa umsóknina góða.

– Berit Unn Petersen, Sinnisbati

Jeg har lært rigtigt meget. Både om fonde, ansøgningsprocessen, og redskaber

– Harriet Durhuus, Parasport Føroyar ÍSF

Eg eri sum heild ordiliga glað fyri at eg fór á skeiðið og havi fingið nógva og góða grundleggjandi vitan, sum eg kann brúka frameftir í verkætlanum

– Gunnhild Persson, Sinnisbati

Havi fingið trúgv uppá, at hetta dugi eg, og eri klár at koma í gongd. Veit hvar eg skal byrja og enda og kenni til prosessirnar harímillum, og hvat eg kann taka til, um eg steðgi upp.

– Ninna R. Simonsen, Sinnisbati

Havu fingið grundleggjandi vitan um fundraising, at gera eina góða umsókn og eri betri ílatin til at søkja grunnar

– Gunnhild Persson, Sinnisbati

Eg havi fingið nógva vitan um umsóknartilgongd og krøv til umsóknir v.m.

– Luttakari 2025

Eg gavi fingið stórri innlit í Fundraisimg verðina, nakað sum eg visti millum lítið og onki um

– Ólavur Lamhauge, P/F Looknorth

Havi fingið munandi betri innlit inn í funding heimin. Tað er eisini super amboð og Dennis og Rasmus eru super undirvísarar. Tú fært absolutt valuta fyri pengarnar.

– Luttakari 2025

Details

Venue

  • Synergi, Karlamagnusarbreyt
  • Karlamagnusarbreyt 1
    Hoyvík, 100 Faroe Islands
  • Phone +298 322355
  • View Venue Website

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Fundraising Manager | Modul 1-3
prísur eftir 17. juni kl 12 er kr. 19.500 +mvg
kr. 18.500,00
15 available