
Fá eina gjølla innleiðslu í altjóða standardar fyri kunningartrygd.
Í samstarv við Dansk Standard, kann Synergi nú bjóða hetta víðkaða diplomskeiðið í kunningartrygd við støði í ISO/IEC 27000 røðini
Skeiðið
Innleiðsla til ISO/IEC 27001 við denti á ISO/IEC 27002 og ISO/IEC 27005.
Skeiðið gevur tær eina samlaða innleiðslu til standardarnar ISO/IEC 27001, ISO/IEC 27002 og ISO/IEC 27005. Soleiðis fært tú bæði innlit í krøvini, sum verða sett til eitt leiðslukervi fyri kunningartrygd (ISMS) í ISO/IEC 27001, og íblástur til hvussu títt virki kann skipa sína tilgongd til at stýra kunningartrygdarváðar sambært ISO/IEC 27005. At enda fært tú eisini vegleiðing í, hvussu útvald tiltøk úr ISO/IEC 27002 kunnu setast í verk.
Skeiðið sameinar frálæru í teori við praktiskar venjingar og dømi, so tú fært eina djúpari fatan av kunningartrygd og hvussu arbeiðið við henni verður stýrt í tíni fyritøku. Tú fært innlit í kjarnuelementini í øllum trimum standardunum og teirra týdning fyri kunningartrygd og nettrygd.
Skeiðið endar við eini próvtøku, sum staðfestir tína vitan og førleikar á økinum.
Skeiðið fevnir um
Skeiðið gevur innlit í týdningarmestu standardunum innan kunningartrygd og váðastýring.
ISO/IEC 27001 er ein altjóða leiðslustandardur fyri kunningartrygd. Ið hjálpir feløgum at verja virðismiklar upplýsingar, herundir persónsupplýsingar, gjøgnum eina skipaða tilgongd til váðastýring, prosessskráseting og ábyrgdarbýti. Hetta er tað fullkomna amboðið til at skapa eina trygga og álítandi verju av upplýsingum.
ISO/IEC 27002 er ein vegleiðandi standardur, sum útgreinar trygdartiltøkini í ISO/IEC 27001.
ISO/IEC 27005 hevur fokus á váðastýring og vegleiðir fyritøkur í at menna eina serliga tilgongd til at eyðmerkja, meta um og handfara váðar.
