Tað ber illa til at tosa um framtíðar leiðslu uttan at tosa um burðardygd. Tí bjóða vit nú – í samstarvi við Aros Business Academy – eitt háaktuelt og neyðugt skeið um burðardygd sum starategiskt leiðsluamboð.
Øll kunnu luttaka á hesum skeiðinum, sum er ment við tí fyri eyga, at gera Aros MiniMBA enn meira fullfíggjaða.
Hetta krevur at leiðarar skilja strategiska týdningin av at leiða burðardygt. Endamálið við hesum skeiðnum, sum er eisini er eitt ískoytismodul til Aros MiniMBA í leiðslu, er at geva tær neyðugu vitanina og amboðini, soleiðis at tú kanst stýra, skilja og leiða ymisk átøk fyri burðardygd og skapa tryggleika í tínum leikluti. Harafturat er endamálið eisini at eggja til, at tú sum leiðari hugsar um og viðger tína egnu ábyrgd í sambandi við burðardygga leiðslu.
Innihaldið fevnir um mest týðandi evni, so sum sambandið millum burðardygd og vinnu, hvussu vit eyðmerkja møguleikar og hóttanir, og hvussu vit íverkseta burðardyggar mannagondir sum ein natúrligan part av vinnustrategiini.
Dentur verður lagdur á praktiska nýtslu av verandi amboðum í nýggjum burðardyggum samanhangum – og á týdningin av samskifti (at forða fyri greenwashing og greenhushing), skjalprógvan og positionering.