Hevur tú eina góða verkætlan? Manglar tær fígging? Hvar og hvussu kanst tú søkja um stuðul? Sum fundraiser eru altíð nýggir møguleikar og avbjóðingar at søkja um stuðul úr grunnum og puljum.
Marknaðurin broytist støðugt og kappingin um at fáa stuðul úr teimum ymisku grunnunum er størri enn nakrantíð, tí fleiri og fleiri umsøkjarar eru. Tí er tað alneyðugt hjá teimum, ið standa fyri at søkja, at tilogna sær bæði nýggja vitan og førleikar, um mann skal gera sær nakra vón um at vera við í stóru kappingini.
Fundraising Manager-skeiðið er ment við tí fyri eyga at skapa fleiri og betri fundraisarar við røttum fortreytum og førleikum at fáa uttanhýsis stuðul frá m.a. grunnum og ymiskum puljum.
Á teimum 3 modulunum lærir tú alt um fundraising – frá praktiska arbeiðinum við umsøknunum til at menna fundraising-strategiir – við støði í tíni egnu verkætlan ella strategi.
Endamálið við hesi styttri útbúgving í 3 modulum er, at tú ikki bert fært prógv fyri tínar førleikar, men eisini eina greiða fatan av, hvussu ein umsókn, sum er verd at stuðla, skal síggja út og hvat ein foundraising stategi skal innhalda. Undirvísingin byggir á nýggjastu vitan um fundraising. Tú fært undirvísing frá royndum fundraisarum, harumframt verða eisini framløgur frá fremstu fakfólkum og serfrøðingum innan økið. Fundraising Manager útbúgvingin sameinir praktiskar førleikar við teoretiskari vitan á høgum fakligum støði. Tað tryggjar tær ein dagførdan amboðskassa.
Charlotte Thyberg, Stifter, Det Kærlige Måltid
Dennis Hørmann og Rasmus Munch eru báðir fastir undirvísarar á skeiðinum. Umframt teir báðar, verða 3 gestaundirvísarar við (on-line).
Teir eru báðir útbúnir cand.merc. og hava arbeitt við verkætlanarleiðslu, altjóða sølu, marknaðarføring v.m. síðani 2005, og hava síðani 2010 verið partnarar í ráðgevarafyritøkuni Fundraiseren.dk og í fyritøkuni Fonde.dk P/S, sum er størsta stuðulssíða í Danmark.
Teir eru høvundar av bestseljaranum Håndbog i fundraising. Hetta gevur teimum eina serliga innlit og vitan um stuðulsøkið.
Síðani 2010 hevur Fundraiseren fingið meira enn 650 mió. kr. til verkætlanir, býttar á meira enn 700 játtanir. Fyritøkan hevur undirvíst meira enn 13.000 luttakarum í fundraising og útbúgvið yvir 250 Fundraising Managers seinastu 8 árini, so tú ert í tryggum hondum.
Rætta stuðulsumsókin kann geva sera stórar upphæddir í stuðli til tína verkætlan!
Ein sera hent útbúgving hjá øllum sum skulu søkja um stuðul úr einum grunni, pulju ella líknandi