Office 365
Teams & OneDrive
- Arbeiðir tú saman við nógvum øðrum uppá eitt felags projekt?
- Flúgva t-postarnar aftur og fram?
- Brúka tit kanska ein bólk á Facebook, til at samskifta við? Og eru tit klár yvir, at Facebook helst ikki er rætti samskiftismiðilin?
- Hava tit (ofta) torført við at finna útav, hvørja niðurstøðu tit komu til, tí hvørjum telduposti var tað nú, hon lá í?
- Hava tit nógvar ymiskar uppgávur og er torført at halda skil á, hvør ger hvat og hvør uppgáva er liðug?
So umhugsa tit kanska, at skipa tykkara arbeiði við Teams. Teams er mennt til at hjálpa nútímans organisatiónum, at skipa teirra samskifti betur.
Appin ella forritið Teams, er virkuliga snilt, tá tú skalt samstarva við onnur.
Tú kanst samanlíkna Teams við bólkar á Facebook!
Tað er bara tryggari!
Bólkar á Facebook eru til privata nýtslu.
Teams er til arbeiðsbrúk og er tí nógv tryggari.
Líka trygt sum at brúka t.d. Outlook.
Onnur snild forrit eru eisini knýtt at Teams! Her eru 2 úr rúgvuni >>
- Planner (sum hjálpir tær at stýra tínum uppgávum)
- OneNote (sum ger tað sera lætt at taka notur) o.fl.
Tú fært fatur á øllum umvegis telefonina, ipaddin, telduna hjá makanum osfr.
Tí alt liggur online!
Skeið fyri alt toymið >>
Taka tit avgerð um, at brúka Teams, hevur tað alstóran týdning, at øll á stovninum/deildini/toyminum eru greið yvir, hvussu samskiftið tykkara skal skipast frameftir. Tí um ein ella tvey halda áfram við at gera, sum tey plaga, so er hugskotið við Teams næstan deyðadømt.
Øll eiga at fáa upplæring í, hvussu tað skal brúkast, áðrenn tit fara í gongd. Tí viðmæla vit eisini, at øll, sum skulu verða við til at brúka og menna Teams, koma á skeið saman.
Eru tit ikki vís í, um Teams er nakað fyri tykkum, so viðmæla vit, at leiðarin og t.d. superbrúkarin á tykkara deild/stovni, luttekur á skeiðinum fyri einstaklingar fyrst.
So kunnu tit fáa eina fatan av, hvat Teams & OneDrive er og hvussu tað skal/kann brúkast hjá tykkum.
Tit eru eisini vælkomin at ringja til Ásu hjá Synergi, at fáa eitt prát.
Skeið fyri einstaklingar >>
Í summum førum eru øll starvsfólkini ikki tøk, at koma á skeið sama dag. Tí skipa vit eisini av og á, fyri opnum skeiðum, har stovnar/deildir kunnu senda eitt ella tvey starvsfólk á skeið.
Hetta er eisini ein møguleiki hjá nýggjum starvsfólkum, so eisini tey fáa møguleikan, at læra at brúka Teams & OneDrive.
Og ert tú eitt sindur í iva um, hvørt hetta er nakað fyri tykkum, so kanst tú koma sjálv/ur. Best er tó, um tit eru í minsta lagi 2 frá sama stovni/deild/toymi, tí so fáa tit betur mett um, hvørt hetta er nakað fyri tykkum.
Skipan og kostnaður >>
Skeið: 2×3 tímar
Kostnaður: Fá gott tilboð frá
Eyðun R. Jensen, Gjaldstovuni | eydun@gjaldstovan.fo ella
Ásu Andreasen, Synergi | asa@synergi.fo | 227464
OBS! Eru tit 6 ella fleiri, so eru skeiðini fyri ein heilan stovn/deild/toymi, eru væl bíligari pr. luttakara, enn skeiðini fyri einstaklingar.
Webinar
Um tit ynskja, ber til at skipa skeiðini sum webinar. Tað kann vera strævið at hugsavnað um eitt webinar í ein heilan dag. Tann besti mátin, er tí at býta webinarið upp í 3-4 partar. Á einum vanligum skeiðið, kunnu upp til 12 luttakarar vera. Á einum webinarið, kunnu 20 fólk luttaka í senn.
Hava tit hug at hoyra meiri um eina webinarloysn, so ring ella skriva til okkara. So fáa vit eitt prát um tykkara tørv og vit kunnu geva tykkum eitt gott tilboð.
Ása, Synergi | 227464 | asa@synergi.fo
Nær verður skeiðið?
Um tit ynskja eitt skeið, fyri eitt heilt toymi/deild/stovn, ring ella skriva til okkara. So fáa tit tilboð og vit finna ein dato sum hóskar.
Vend tær til >>
Eyðun R. Jensen, Gjaldstovuni | eydun@gjaldstovan.fo ella
Ásu Andreasen, Synergi | asa@synergi.fo | 227464