Upphavsrættarlógin

5. februar 2020

Torkil er cand. jur frá Københavns Universitet í 2012. Í dag starvast hann sum deildarstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum, har hann eitt nú umsitur upphavsrætt. Eisini hevur hann starvast sum løgfrøðingur í Mentamálaráðnum, har hann hevur umsitið upphavsrættarøkið, og hann verið við til at smíða ta føroysku upphavsrættarlógina.
Harumframt hevur hann starvast sum advokatfulltrúi hjá Advokaterne Niels Hemmingsensgade í Keypmannahavn og sum løgfrøðiligur ráðgevi hjá Keel Solution í Keypmannahavn.
Torkil hevur undirvíst á Fróðskaparsetri Føroya, og fær hann góðar eftirmetingar fyri sína undirvísing har.

Hann hevur eisini fyrr havt sama skeið í upphavsrætti hjá Synergi, og luttakararnir hava verið sera væl nøgdir við skeiðið.