Undirvísari frá SuperUsers.dk

4. februar 2019

Synergi hevur gjørt samstarvsavtalu við SuperUsers í Danmark, sum leggja stóran dent á at undirvísarin er góður undirvísari.

SuperUsers er størsta undirvísingarhús í Danmark innan KT. Har arbeiða millum 30-40 fastansett kt-fólk og tey hava síðani tey byrjaðu, havt yvir 50.000 fólk á skeið innan operativsystemir, databasir, netverk og programútvikling.

Hjá SuperUsers ganga tey høgt uppí, at hava góðar undirvísarar. Tey gera sær ómak og skeiðini hjá teimum fáa sera góðar eftirmetingar.

Tey hava eina røð av samstarvsfeløgum:

  • Microsoft CPLS Silver Partner
    SuperUsers eru, gjøgnum nógv ár, størsti privati Microsoft Certified Silver Partner fyri Learning Solutions
  • Linux Professional Institut
    SuperUsers eru Linux Professional Institute Partner í Danmark. Tey eru bæði Linus og UNIX pionerar og hava eina nógvar royndir við útbúgving innan Linux og hartilhoyrandi certificeringar
  • Apple AATC
    SuperUsers er eisini Apple Authorized Trainging Center innan OS X systemumsiting.
  • SuperUsers bjóðar eina røð av skeiðum innan UNIX, Linux, TCP/IP, XML/XSLT, C/C++/Obj-C/C#, Java vm.