Tummas Jacobsen, Bókhald og Excel
Tummas Jacobsen hevur drúgvar royndir sum undirvísari og hann er sera væl dámdur. Eftirmetingarnar eru í top. Synergi hevur havt samstarv við Tummas í fleiri ár, ma. undirvísir hann á okkara vælumtóktu skeiðum í Excel Víðkað og Pivottabellum í Excel. Eisini hava vit javnan bókhaldsskeið, har hann undirvísur. Eisini her, fær hann top eftirmetingar.
Hjá Tummas kanst tú verða 100% vís/ur í, at tá tú ert í iva um eitthvørt á skeiðinum, so vil hann svara tær, soleiðis at tú skilur tað. Og tað er óansæð, hvørjum støðið tú ert á frammanundan.
Umframt at undirvísa, so arbeiðir Tummas sum eitt nú bókhaldari. Hetta merkir, at hann dugur ikki einans allar funkurnar í einum bókhaldsprogrammi ella alt tað teoretiska, men hann dugur eisini væl alt tað praktiska rundan um eitt bókhald, at seta seg inn í tína støðu og hvørjum tú hevur tørv á. Og tá er nógv lættari hjá tær at fáa undirvísing frá honum.