Trine Kolding

31. mai 2018

Fremsti serfrøðinugurin í Danmark í effektiviteti og planlegging, Trine Kolding hevur ein serligan tokka til tíð. Ja, snøkt sagt elskar hon at breiða boðskapin um hvussu tú planleggur tína tíð.

Hon er rithøvundur og undirvísari við servitan innan persónliga planlegging og effektivitet. Hon hevur undirvíst í evninum í nógv ár. Áðrenn hon gjørdist sjálvstøðug, arbeiddi hon sum projekt- og teamleiðari á Teknologisk Instistut.

Hon hevur skrivað 6 bøkur um effektivitet og verður ofta brúkt sum spesialistur í donsku miðlunum. Hon er útlærd á Copenhagen Business School og Danmarks Pædagogiske universitet.