Trine Kolding

16. juni 2022

Trine Kolding er serfrøðingur í effektiviteti og planlegging. Hon undirvísir, skrivar bøkur og er tíðarcoach, við serfrøði í persónligum effektiviteti og planlegging.

Útbúgving: Copenhagen Business School, Danmarks Pædagogiske Universitet, proceskonsulent v/ Rambøll Attractor umframt certificeret coach.

Trine hevur ein heilt serligan tokka til tíð og er kanska tann mest royndi serfrøðingurin í Danmark, tá tað kemur til effektivitet og planlegging. Ja, ella meiri enn tað. Hon brennur fyri at greiða frá um tíð og um hvussu tú planleggur tína tíð. Tíð, sum er tað tilfeingið, sum vit mangla mest í dag.

Hvussu skulu vit – hvør í sær – brúka okkara tíð, so vit fáa sum mest burturúr – uttan at blíva stressað. 

Sum sjálvstøðugur undirvísari, rithøvundur og tvíburamamma, kennir Trine alt til hvussu torført tað er, at fáa dagligdagin at hanga saman.

Á skeiðinum fer Trine Kolding at geva tær tíni bestu ráð frá hennara amboðskassa, so eisini tú kanst optimera tína tíð. Tú fert at fáa meiri frið og yvirskot, so tú fært eina bæði realistiska og burðardygga balansu millum tína tíð, tínar uppgávur og tær avbjóðingar, sum tú átekur tær.

Optimera tína tíð = Fá meiri frið og yvirskot