Tor Nørretranders

28. januar 2021

Tor Nørretranders er rithøvundur og hevur skrivað eina røð av yrkisbókmentaligum bókum. Hann er útbúgvin cand.techn.soc frá Roskilde Universitet og hevur m.a. starvast hjá Danmarks Tekniske Universitet, Det Kongelige Danske Kunstakademi og Risø Nationallaboratorium. Hann hevur verið stjóri fyri Mindship Foundation og professari í vísindaástøði á Copenhagen Business School. Harafturat er hann sera væl umtóktur vísindamiðlari og fyrilestrahaldari.

Tor Nørretranders hevur síðani 1970’unum givið út bøkur, sum allar snúgva seg um ymiskar sjónarmið at tí at vera menniskja. Tí tað er nevniliga júst hesin spurningurin, sum upptekur rithøvundan – Hvat vil tað siga at vera menniskja?

Millum kendu bøkurnar hann hevur skrivað kunnu nevnast “Se frem”, “Vær nær”, “Mærk verden” og “Samfundsglæde”. Við hesum bókum hevur hann verið við til at skapa stórt kjak, og hansara máti at tulka og miðla nýggja vitan, hevur verið við til at vekja nýggjan áhuga fyri náttúruvísindaligari gransking.

Í 2020 góðu Tor Nørretranders, Rane Willerslev og Svend Brinkmann út bókina “Samtalekur”, sum er næsta samtalubókin, sum teir tríggir hava útgivið saman. Tann fyrra var “Det, du ikke forstår, gør dig klogere”.

Í bókini “Samtalekur” kjakast og grunda teir tríggir yvir kvalitetin á nútíðar samrøðum.