Svend Brinkmann
Svend Brinkmann er professari í sálarfrøði við Aalborg Universitet. Granskingin hjá honum liggur á markinum millum sálarfrøði, filosofi og mentunargreining. Hann hevur skrivað hópin av bókum og greinum innan hesi evni. Harímillum vælumtókta tríverkið – “Stå fast”, “Ståsteder” og “Gå glip”, har hann mælir til mótstøðu móti tíðarinnar menningartvingsli og vísir á eina rúgvu av grundvirðum, sum eru verd at halda fast í – eisini í eini tíð, har umstilling og broyting er ein fastur partur av gerandisdegnum.
Hann er við í hópin av bæði sjónvarps- og útvarpsssendingum, og stendur m.a. fyri sendingini “Brinkmanns briks” hjá DR.
Í 2015 fekk Svend Brinkmann DR Rosenkjærprís og miðlaprísin hjá Gyldendal. Í 2017 valdi Politiken hann til “Årets meningsdanner” í Danmark. Svend Brinkmann granskar m.a. í vaksandi talinum av sálarligum diagnosum og í sorg sum eitt sálarligt og mentunarligt fenomen.