Svend Brinkmann 2

29. januar 2021

Svend Brinkmann er professari í sálarfrøði við Aalborg Universitet. Granskingin hjá honum liggur á markinum millum sálarfrøði, filosofi og mentunargreining. Hann hevur skrivað hópin av bókum og greinum innan hesi evni. Harímillum vælumtókta tríverkið – “Stå fast”, “Ståsteder” og “Gå glip”, har hann mælir til mótstøðu móti tíðarinnar menningartvingsli og vísir á eina rúgvu av grundvirðum, sum eru verd at halda fast í  – eisini í eini tíð, har umstilling og broyting er ein fastur partur av gerandisdegnum.

Hann er við í hópin av bæði sjónvarps- og útvarpsssendingum,  og stendur m.a. fyri sendingini “Brinkmanns briks” hjá DR.

Í 2015 fekk Svend Brinkmann DR Rosenkjærprís og miðlaprísin hjá Gyldendal. Í 2017 valdi Politiken hann til “Årets meningsdanner”  í Danmark. Svend Brinkmann granskar m.a. í vaksandi talinum av sálarligum diagnosum og í sorg sum eitt sálarligt og mentunarligt fenomen.

Í 2020 góðu Svend Brinkmann, Rane Willerslev og Tor Nørretranders út bókina “Samtalekur”, sum er næsta samtalubókin, sum teir tríggir hava útgivið saman. Tann fyrra var “Det, du ikke forstår, gør dig klogere”.

Í bókini “Samtalekur” kjakast og grunda teir tríggir yvir kvalitetin á nútíðar samrøðum.