Simon Hjorth

6. desember 2022

Simon undirvísir í stórt sæð øllum innan Cisco, Apple, Linux, netverksprotokollum og trygd. Hann hevur nógvar certificeringar, sum allar áhaldandi vera dagførdar við síðuna av hansara undirvísingarstarvi og konsulentarbeiði.

Simon hevur harafturat royndir innan nógv ymiskt, eitt nú sum MC-mekanikari, professionellur sjónleikari og sum KT-stjóri. Hann tosar hampuliga væl japanskt, íðkar karate og koyrir kapp á sínari Honda FireBlade. Harumframt dyrkar hann sín brennandi hug fyri KT.