Sigmund Poulsen, HR løgfrøði

23. mai 2018

Sigmund Poulsen, løgfrøðingur (fyrrv. advokat) hevur sítt serøki innan fakfelagsøkið. Hann og hansara starvsfelagar á táverandi Advokatvirkinum, umboðaðu fleiri fakfeløg, eitt nú umboðaðu tey Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðarafelag í nógv ár. Sigmund hevur undirvíst fyri Synergi í fleiri ár á okkara HR-løgfrøði útbúgving. Hann fær sera góðar eftirmetingar. Eitt nú dugur hann sera væl at undirvísa, men hann hevur eisini fingurin á pulsinum og veit hvat rørir seg á økinum. Dugur væl at koma við konkretum dømum.