Rune Green
Danski humoristurin Rune Green hevur skrivað leikrit, leikstjórnað og sjálvur staðið á palli, síðan hann var 16 ára gamal. Hann hevur samstarvað við so ymisk fólk sum klassiskar tónleikarar, lýsingarfólk, sjónleikarar og vinnulívsfólk úr ymsum vinnugreinum. Rune Green er útbúgvin dramaturgur á universitetinum í Aarhus, har hann serliga hevði áhuga fyri, hvussu humor kann brúkast at bera fram boðskapir. Tá hann einaferð hevði hildið fyrilestur um humor á einum arbeiðsplássi, gáaði hann eftir, at leiðarar hava stóran áhuga fyri, hvussu humor kann skapa størri arbeiðsgleði og geva arbeiðsplássinum betri umdømi. Á sín undirhaldandi og sjálvspeiska hátt fer hann at vísa á, hvønn týdning humor hevur í gerandisdegnum, og hvussu t.d. eitt stuttligt klipp á YouTube kann fáa ein fund at enda við einum motiverandi láturbrøli.