Rane Willerslev

29. januar 2021

Rane Willerslev er professari í sosial antropologi, savnsstjóri á Nationalmuseuminum,  rithøvundur og fyrrverandi felddýraveiðimaður .

Síðani 90’ini hevur Rane Willerslev verið á einari røð av rannsóknarferðum í Sibiria. Í fyrstani saman við sínum tvíburabeiggja, evolitionsbiologinum Eske Willerslev, og seinni einsamallur. Hansara kanningararbeiði hevði m.a. við sær phd-ritgerðina  Soul Hunters um trúnna hjá jukagirerinum á andar.

Rane hevur arbeitt sum professari í antropologi á Århus Universiteti, verið leiðari av” De Etnografiske Samlinger” á  Moesgård Museum og stjóri í kultursøguliga savninum í Oslo Museum. Rane Willerslev er harafturat ágrýtin samfelagskjakari.

Rane Willerslev er fortalari fyri at hugsa vilt og hevur eisini skriva bestseljarabókina við “Tænk vilt”, har hann lýsir sína lívsáskoðan um kreativitet, vitan og leiðslu.

Í 2020 góðu Rane Willerslev, Tor Nørretranders og Svend Brinkmann út bókina “Samtalekur”, sum er næsta samtalubókin, sum teir tríggir hava útgivið saman. Tann fyrra var “Det, du ikke forstår, gør dig klogere”.

Í bókini “Samtalekur” kjakast og grunda teir tríggir yvir kvalitetin á nútíðar samrøðum.