Randi Á. Jacobsen

7. januar 2020

Randi hevur bundið við maskin í fleiri ár. Seinastu tíðina, hevur hon gjørt nógv burturúr at læra seg at brúka DesignaKnit. Eitt nú hevur hon lært at gera mynstur til kvinnutroyggjuna til føroyska búnan. Hesa vitan hevur hon játtað at geva víðari til tey, sum koma á verkstovuna, har vit fara at binda kvinnutroyggjuna.