Óla Jákup Kristoffersen

2. mai 2019

Óla Jákup Kristoffersen hevur virkað sum advokatur í meira enn 30 ár og hevur møtirætt bæði fyri landsrætt og Hægstarætt. Hann hevur fingist mest við vinnulívsráðgeving. Herundir eisini við entreprisurætt tvs. innan byggivinnuna, og tað ger hann framvegis dagliga. Umframt at hava luttikið á fleiri skeiðum innan byggijura, hevur hann eisini luttikið í nógvum rættar- og gerðarrættarmálum innan byggivinnuna. Bæði smærri og størri, við bæði vinnuligum og privatum aktørum. Óla Jákup arbeiðir til dagligt á Advokatskrivstovuni.