Mette Krogh Sørensen
Mette Krogh Sørensen er útbúgvin cand.it frá IT-Universitetinum í Keypmannahavn og starvast sum seniorkonsulent í Dansk Standard.
Áðrenn hon kom til Dansk Standard, hevði hon 9 ára royndir við arbeiði innan nettrygd og kunningartrygd í ymiskum donskum almennum stovnum og í donskum og altjóða felagsskapum í fíggjargeiranum. Hon hevur serliga arbeitt innan governance, risk og compliance økið og situr við ábyrgd fyri váðastýring, leiðslufrágreiðing og vitanarskapandi tiltøkum.
Harumframt er Mette CISSP-certifiserað frá ISC2, undirvísir í PECB-kursunum ISO/IEC 27001 Lead Implementer og ISO/IEC 27005 Risk Manager, og situr í nevndunum S-441 og S-855 fyri ávikavist nettrygd og kunningarttrygd og vitlíki (AI), har arbeiðið við menning av ISO/IEC-standardum innan hesi øki verður framt.
Mette er ein ernergiskur og inndragandi undirvísari, har tú ert í tryggum hondum og samstundis kanst verða bjóðað/ur av við praktiskum venjingum.
