Lars Frisk Rossen, Aros

5. februar 2019

Lars Frisk Rossen hevur verið leiðari alt sítt lív. Frá Lívgardanum til Maersk, GN Store Nord og LEGO hevur Lars leitt broytingar og átøk, sum eru grundfest í strategi’ini hjá fyritøkuni.

Við at kombinera nýggjastu teori’ir, við einari spælandi tilgongd til leiðslu, vísir hann tær á øðrvísi og energiskar møguleikar fyri at uppnáa úrslit í tínum arbeiði.

Tað, sum fær undirvísingina hjá Lars so góða er, at hann hevur upplivað tað sjálvur, tá amboð og arbeiðslag hava virkað og – ikki minst – gingið galið. Royndir sum hann vil brúka í undirvísingini.