Kresten Schultz Jørgensen, Aros
Kresten Schultz Jørgensen er serfrøðingur í leiðslusamskifti. Hann hevur havt eina røð av álitisstørvum. Eitt nú hevur hann verið stjóri Dagbladet Aktuelt, samskiftisstjóri hjá Coka-Cola í Norðanlondum og teimum baltisku londunum og harumframt hevur hann verið samskiftisstjóri á Det Kongelige Teater.
Kresten hevur eisini verið íverkseti og stovnaði mediebureauet Lead Agency, sum hann nú hevur selt. Nú er hann stjóri í egnari ráðgevingarfyritøku, Oxymoron Communications.
Hann hevur skrivað eina røð av debatbókum, hansara síðsta bók um leiðslsamskifti, fekk 6 stjørnur í Børsen.
Kresten hevur harafturat verið eksternur lektor við Institut fyri Interkulturel Kommunikation og Ledelse á CBS – Copenhagen Business School.