Keld Jensen, samráðingarteknik

31. mai 2018

Keld Jensen er dani, men býr og arbeiðir í USA. Hann er at rokna sum ein heimskapasitetur innan samráðing. Keld hevur skrivað 23 bøkur um samráðingar og samskifti, ið eru umsettar og givnar út í fleiri enn 17 londum á 37 málum. Eitt nú bókina “Forhandlingsteknik” og “Negotiating Partnerships” á forlagnum Financial Times og á forlagnum hjá Jyllandsposten, Kommunikativ Kompetence.

Fleiri bøkur eru bestseljarar og hava vunnið virðislønir. Hann hevur verið tilnevndur besti fyrilestrahaldari í Danmark og tilnevndur sum Top Thought Leader in Trust í 2016 og 2015.