Jytte Hansen – DesignaKnit
Jytte hevur bundið í meiri enn 30 ár. Hon bindir bæði við maskin og við hond. Hon eigur – saman við manninum – fyritøkuna Sailorknit, ið heldur til í Holdbæk. Tey selja øko-tex garn til maskinbinding. Les meiri um Sailorknit her! Her hevur hon eisini undirvísing í maskinbinding og DesignaKnit. Tey gera service uppá maskinurnar og framleiða eisini uppskriftir til maskinbinding.
Øll eru vælkomin framvið hjá Sailorknit, fyri at fáa eitt gott ráð og undirvísing. Hennara telefon er eisini opin, um tú hevur tørv á einum góðum ráð. Á Facebookbólki hennara – Maskinstrik med få regler, kanst tú fáa góð ráð og ofta bjóðar hon tær at ringja til sín, um tú hevur serligar trupulleikar.
Sailorknit forhandlar bindimaskinir, garn til maskinbinding og forritið DesignaKnit.
Tá Jytte var 10 ár, fekk hon sína fyrstu bindimaskinu. Síðani hevur hon bundið fyri onnur og bundið á ymiskum maskinum. Í dag eigur hon eina SK840, íroknað rangapparat, litvekslara og holsledu.
Hennara viðskiftafólk siga m.a.: “Jytte er uhyre hjælpsom og en god støtte”