Johanna Andreasen – ÚSSM
Johanna Andreasen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingar við serútbúgving innan kognitiva viðgerð. Harafturat er hon útbúgvin innan Mindfulness MBCT og Coaching. Í løtuni tekur hon eina masterútbúgving innan positiva sálarfrøði.
Hon hevur í mong ár nýtt kognitiva viðgerð í sambandi við ótta, depressjón og persónliga menning. Hetta er ein partur av hennara arbeiði. Ein annar partur av hennara arbeiði snýr seg um at menna fólk í sambandi við teirra arbeiði. Eitt nú koma fólk til hennara fyri at gerast betri leiðarar og ítróttarfólk. Fólk, ið vilja røkka nýggjum málum og basa mentalum forðingum. Coaching er amboðið.
Johanna er ein livandi og empatiskur persónur, sum hevur undirvíst fyri Synergi fleiri ferðir. Hon fær sera góðar eftirmetingar, so vit gleða okkum at fáa hana at undirvísa á seinasta undirvísingardegnum á útbúgvingini fyri skrivstovufólk, samskiparar & móttøkufólk.