Jette Skeem
Jette Skeem hevur Cand.Negot prógv og hevur arbeitt við leiðslu og harvið teimum týdningarmiklu HR-greinunum gjøgnum sína yrkisleið. Hennara sannføring hevur altíð verið, at fólkini eru tað mest virðismikla tilfeingi í einari fyritøku. Hon hevur havt starvsfólka- og leiðsluábyrgd fyri upp til 600 starvsfólkum í senn og hevur verið virkin í ymiskum nevndum í nógv ár.
Jette hevur fleiri ára royndir við at undirvísa í leiðslu og HR og hevur vunnið virðislønir fyri besta undirvísara og fyrilesara.
Jette var frá 2017 – 2023 VP (Vice president) og leiðari fyri løgfrøði, samskifti, HR og B2B sølu hjá Aller Media. Áðrenn tað var hon í 5 ár CHRP/leiðari fyri HR og samskifti hjá Karnov Group.
Í dag er hon CEO hjá Get Visual A/S og Informationsteknik Scandinavia A/S.
Jette hevur undirvíst fyri Synergi fleiri ferð og altíð við sera góðum eftirmetingum.