Jette Nissen

11. august 2022

Jette er faklærari á EUC Nordvestsjælland. Hon hevur nógvar ársroyndir í undirvísing innan tænastuyrki, reingerð, samskifti og reinføri. Harafturat undirvísir hon í fyrstuhjálp.

Jette fokuserar mest uppá, at tú sum starvsfólk, mást ansa tær sjálvari/sjálvum í arbeiðinum og at tú mást arbeiða eftir teimum leiðreglum og kvalitetskrøvum, sum eru á arbeiðsplássinum.

Umframt at undirvísa, hevur hon skriva eina røð av undivísingar-kompendium og gjørt undirvísingartilfar, sum Serviceerhvervenes efteruddannelsessekretariat, Undervisningsministeriet, hevur góðkent til undirvísing.

Hon hevur sjálv arbeitt innan reingerð á røktarheimum, sjúkahúsverkinum og hevur eisini verið í praktikk á skúlum og á fyritøkum.

Jette er útbúgvin Føðslu- og húsarhaldsøkonom. Umframt undirvísing hevur hon arbeitt við reingerðarleiðslu, reinføriseftirliti á matvøruframleiðsluvirkjum og sum høvuðskokkur á einum eftirskúla.