Jens Christian Holm, yvirlækni og granskari

18. mai 2018

Yvirlæknin Jens-Christian Holm, sum hevur mennt “Holbækmetoduna”, verður sjálvur skeiðleiðari. Hann hevur nógvar royndir frá dagligum arbeiði við sera yvirvektigum børnum og ungum og familjum teirra, og í fleiri ár hava tey eisini undirvíst og vant yvirvektsviðgerar.

Við 10 ára kliniskum royndum og vísundaligum granskingararbeiði, hevur hann mennt eitt nýtt paradigme til viðgerð og til at skilja yvirvekt. Jens-Christian Holm hevur fingið stóra viðurkenning fyri sítt arbeiðið, bæði í Danmark og altjóða.