Jenny Weihe Poulsen
Jenny Weihe Poulsen er útbúgvið sølufólk við foto sum sergrein. Tað eru ivaleyst fleiri, sum minnast hana frá 3’aranum og seinni Expert í SMS, har hon í fleiri ár hevur vegleitt kundum í øllum, sum hevur við foto at gera.
Foto hevur altíð havt hennara áhuga og myndaevnini eru mong: alt frá portrettmyndir til landslagsmyndir til brúdleypsmyndir.
Hon er ofta við í framsýningum, eitt nú saman við øðrum fotografum í Smiðjuni í Lítluvík.